Góða tú,
Takk fyri brævið og lýsingina av hvussu tú hevur tað við mati. Tað ljóðar sum, at tú stríðist nógv við tankar um mat og at eta, og tað ljóðar sum, at tað er strævið at vera tú beint nú.
Tú skrivar at tú blívur skuffa inná teg sjálva, um tú etur meira enn einaferð um dagin og at tú ert obsessed við ikki at eta. Tú sigur at onkuntíð ganga fleiri dagar ímillum máltíðir og at onkuntíð etur tú mega nógv. Hetta kunnu vera tekin uppá at tú hevur eitt etingarólag ella at tú ert á veg til at fáa tað.
Eg haldi ikki at tú skalt ganga einsamøll við tí, sum tú stríðist við, og tí haldi eg at tú átti at tosa við onkran, sum tú hevur álit á um hetta. Hevur tú nakran, sum tú kanst tosa vid? Kanska foreldrini hja tær? Ella ein lærara, um tú gongur í skúla? Tú kanst eisini venda tær til tín kommunulækna, fyri at tosa um, hvussu tú kanst fáa hjálp til tað sum tú stríðist við.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22. Saman kunnu vit finna útav, hvat næsta stig er fyri teg.
Alt tað besta,
Sára