Hey,
Tann seksuelli lágaldurin í Føroyum og Danmark er 15 ár. Í Norra er tann seksuelli lágaldurin 16 ár, sum nokk er orsøkin til, at tú onkrastaðni hevur sæð 15 ár og onkra aðrastaðni 16 ár. Tað vil siga, at tað í Føroyum er ólógligt at hava samlegu við ein, sum er undir 15 ár. Um drongurin t.d. er 19 ár og gentan er 14 ár, kann drongurin verða dømdur fongsulsrevsing, um tað verður meldað til løgregluna.
Tað er sera týdningarmikið, at man ikki følir seg trýstan til nakað, sum man ikki vil. Ella trýstur nakran annan til nakað, sum tey í botn og grund ikki ynskja. Sex krevur samtykki, og samtykkið er samstundis lykilin til eitt gott og trygt kynslív. Samtykkið kann altíð takast aftur, tí tað er ikki altíð, at man akkurát veit, hvat man hevur hug til, og hugurin og støðan kann broytast.
Sex uttan samtykki er neyðtøka. Tá man er ávirkaður av alkoholi ella rúsi, kann man ikki altíð geva eitt gyldugt samtykki samstundis við, at tað er verri at kenna síni egnu mørk og mørk hjá øðrum.
Tú avgerð um tín egna kropp, og sex skal vera deiligt. Tað er týdningarmikið at virða síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum. Tá man er ungur og skal gera sær sínar fyrstu royndir, er best, at man kennir partnaran væl, soleiðis, at tað er lætt og trygt at tosa saman um, hvat man hevur hug til, og hvussu langt man vil fara.
Í Norra eru gentur áleið 16,7 ár og dreingir 17,9 ár í miðal, tá tey hava sex fyrstu ferð. So tað er einki press at skunda sær við at fáa seksuellar royndir.
Alt tað besta.