Góða tú.
Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú hevði dirvi til at skriva til okkum og seta orð á hvussu tú hevur tað. Tað, tú lýsir, er tungt at ganga við einsamøll og tað er væl skiljandi, at tú kennir teg einsamalla og kedda, tá tú hevur havt tað soleiðis í longri tíð. Tað er ikki óvanligt at kenna seg einsamallan – nógv børn og ung uppliva nakað líknandi. Tað er eitt stórt og týdningarmikið stig, at tú hevur skrivað brævið, og tað vísir, at tú ynskir broyting, hóast tú ivast og kennir ótta.
Tú skrivar, at tú ivast í, um tú skalt venda tær til flokslæraran. Í nógvum førum kann ein lærari vera ein góður og týdningarmikil vaksin at tosa við, serliga um hvussu tú hevur tað í skúlanum og í flokkinum. Tá man skal tosa um nakað trupult fyri fyrstu ferð, behøvist man ikki at siga alt beinanvegin – tú kundi kanska byrja við at siga, at tú ikki hevur havt tað so gott í eina tíð og at tú hevur brúk fyri hjálp ella ein at tosa við. Tað er lærarans ábyrgd at taka slíkt í álvara.
Tù skrivar eisini, at tú ert troytt av at hava tað soleiðis og tað er væl skiljandi. Tað kann hava stóran týdning at byrja at tosa um tað við onkran, sum man hevur álit á. Um tað kennist ov trupult at tosa við foreldur beint nú, er tað eisini í lagi. Tað eru onnur vaksin, sum kunnu hjálpa tær – kanska onkur annar vaksin í familjuni, heilsufrøðingurin í skúlanum, umframt lærarin hjá tær, sum tú eisini hevur tosað um. Tað finnast fólk, sum vilja og kunnu hjálpa tær víðari.
Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til 116 111.