Sálarheilsa

Spurningur: Hví blivi eg sovorðit kinda “upset” og jealous ella føli meg ókula ella óspeciela ella unvalid, tá í onkur virkar til at hava tað ringari enn eg? Eg havi haft tað ordiliga ringt fyrr. Og nu føli eg um onkur hevur tað ringari enn eg beint nú, so føli eg mínar “past” tíðir ikki vóru so ringar. Ella at tað er gloymd ella ja ikki ringt nokk. Sjálvt um eg hevði tað ordiliga ringt. Onkuntíð so vil eg fáa tað ringari men føli meg skyldiga ella ósikkur tí so kanska “fake” eg tað. Men idk. Eg kann royna at “undgå” at fáa tað betri. So tað er ein konstant “loop” fara frá vilja fáa tað betri og so kemur tað aftur. Eg timi ofta ikki lata meg sjálva vilja fáa tað betri haldi eg. Og eisini føli meg unvalid um eg ikki havi fingi nakra diagnosu av onkur specific ting. So kann søka symptomir á ting og convinca meg sjálva eg havi tað. Nøkur ting haldi eg ordiligt at eg havi so tað er fint men annars. Idekk hma kekwnd

Góða tú.

 

Takk fyri títt bræv og at tú deilir nakað so persónligt. Tað virkar sum, at tú hugsar nógv um tínar kenslur og roynir at skilja, hví tú reagerar, sum tú gert. Tað, tú lýsir, er nakað, sum fleiri kunnu kenna seg aftur í, hóast tað ikki altíð verður tosað so nógv um tað.

Tú skrivar, at tá onnur hava tað ringt, kanst tú koma at ivast í, um tú sjálv hevur havt tað nóg ringt. Sum um tínar egnu upplivingar brádliga gerast minni álvarsamar, tí onkur annar hevur tað verri júst nú. Tað, at onkur annar hevur tað ringt, ger ikki tína pínu minni veruliga. Tað er ikki ein kapping í, hvør hevur havt tað ringast, og tú skalt ikki hava tað verri enn onnur fyri at hava rætt til at vera kedd, frustrerað ella hava tørv á hjálp. Tað, tú hevur upplivað, var veruligt og týdningarmikið, eisini um onnur hava upplivað nakað annað ella kanska truplari.

Tú skrivar eisini, at tú onkuntíð næstan kanst ynskja, at tú hevði tað verri, ella at tú hevur ilt við at loyva tær sjálvari at fáa tað betri. Kann tað hugsast at hanga saman við, at tað at hava tað ringt er blivin ein máti hjá tær at fáa bekreftað, at tað, tú hevur verið ígjøgnum, veruliga var ringt. Um tú fært tað betri, kanst tú kanska óttast, at tað merkir, at tað, tú hevur upplivað, ikki var so álvarsamt kortini. Men soleiðis er tað ikki. Sum sagt, tú nýtist ikki at hava tað ringt fyri at prógva, at tú hevur havt tað ringt. Og tú nýtist heldur ikki at varðveita pínuna fyri at taka tínar egnu upplivingar í álvara. Tú hevur uppiborið at fáa tað betri, eisini um ein partur av tær hevur ilt við at trúgva tí ella loyva sær tað.

Tað sama er galdandi við diagnosum. Ein diagnosa kann hjálpa einum at skilja seg sjálvan og fáa røttu hjálpina, men hon er ikki eitt prógv upp á, at tað, tú kennir, er veruligt. Tú skalt ikki kunna seta eitt ávíst heiti á tínar kenslur, fyri at tær skulu vera galdandi. Tað er eisini heilt natúrligt at leita eftir forkláringum og kenna seg aftur í ymiskum symptomum, men ansa eftir, at leitingin ikki ger teg meira ótrygga ella fær teg at ivast enn meira í tær sjálvari.

Vónandi kanst tú byrja at geva tær sjálvari loyvi at fáa tað betri, eitt lítið stig í senn. Tú hevur ikki skyldu at hava tað ringt fyri at hava uppiborið umsorgan.

Tù ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 20 til 24.