Sjálvmorð? Tunglyndi?

Spurningur: Eg eri 17 ár og eg havi ongar vinir. Eg havi einki at gera í vikuskiftinum. Eg havi upplivað allan lort. Eg havi fleiri systkin, men tey hava øll fleiri vinir og nógv at gera. Míni foreldur eru so so órættvís ímóti mær (tað viðganga míni systkin eisini) Eg havi allatíð eina løgna tyngd á hjartanum av sorg, tað er næstan sum um eg føli tað fysiskt. Tó havi eg ein sjeik sum eg eri øgiliga góð við, sum eg havi roynt at tosa við um at eg ikki havi tað gott, men hann sigur at eg bara grenji, tí at eg kundi verið í nógv verri umstøðum m.a. buking, kríggj, matmangul. So eg føli meg skít býtta og eguistiska og eg hugsi allatíð um at eg hevði ynskt at eg bara ikki var fødd tí at eg orki ikki mín vanliga daglig dag, enntá um tað er ein góður dagur havi eg tað ordiliga stravi allatíð. Frá tá ið eg vakni og til eg sovni aftur. Og hetta er ein heilt lítil brotpartur av tí sum eg havi uppá hjarta

Góða tú.

 

Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú skrivar so opið og erligt um tína støðu. Tað ljóðar sum tú hevur havt tað trupult í eina tíð og at tú hevur verið í gjøgnum nógv tungt. Vit menniskju hava brúk fyri hvørjum øðrum og vit hava brúk fyri at hava vinir. So tað er væl skilligt, at tú er kedd um, at tú ongar vinir hevur.

 

Tú skrivar eisini at tú hevur upplivað allan lort og at tíni foreldur eru órættvís ímóti tær. Tá er tað skilligt, at títt hjarta kennir eina tyngd. Tá vit hava so nógv ymist at stríðast við í okkara lívið, so kann tað fara at kennast tungt og ávirka okkara lív á ymsar neiligar mátar. Tað er gott, at tú hevur tað gott saman við sjeikinum hjá tær, men tað er sjálvandi ikki so hjálpsamt um tú verður møtt við, at ’tað kundi verið nógv verri’ og at tú tí verður eftirlatin við negativum kenslum og tonkum um teg sjálva. Kanska skilir hann ikki til fulnar tína støðu og hevur tí trupult við at seta seg inn í hana. Alt hetta verður sjálvandi álvarsligt og tungt, tá tað ger at tú ikki orkar tín vanliga dag og hevur tað ordiliga strævið allatíðina.

 

Støðan sum tú lýsir er ikki ein støða, sum tú ella nakar skal standa í einsamøll/ur. Nakað sum kann vera við til at forsterka okkara støðu, tá vit stríðast, er at ganga við øllum einsamøll. Tí hevði tað verið gott um tú kundi tosa við onkran tú hevur álit á, sum kann hjálpa tær. Tað kann vera onkur í familjuni ella onkur í skúlanum. Møguliga kann viðkomandi hjálpa tær at sleppa at tosa við onkran professionellan, td. ein sálarfrøðing um tú heldur tað hevði verið gott fyri teg.

 

Tað er ikki altíð so lætt at taka hol á ein samrøðu við ein vaksnan um hvussu man hevur tað, serliga tá man stríðist, men tú behøvist ikki at siga alt í senn. Tú kanst fortelja at tú hevur havt tað tungt í eina tíð og at tú saknar at hava vinir og at hetta ávirkar tín gerandisdag.

 

Tað er vón fyri framman og tú hevur longu tikið fyrsta stigið við at skriva til okkum og traðka út úr einseminum við støðuni. Takk fyri tað.

 

Tù ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 20 til 24.