sjálvmorð

Spurningur: hey tit, eg havi ikki eitt gott samband við míni foreldur og eg havi tað nokkso ringt longu, og tað følist sum eg ikki klári meira. eg havi ofta hugsa um at drepa meg sjálvan men eg tori ikki. Tað følist sum ongin skilur mær eg tími ikki at tosa við ein sálarfrøðing eg havi hesi følisini tí at eg havi leingji ikki havt vinnkonur men nú havi eg so tað følist ikki sum eg havi lov at føla so. orsaka eg dugi ikki at orð mær men hettar er tað besta eg klári.

Góða tú. Takk fyri brævið. Tað krevur stórt dirvið at seta orð á nakað, sum er so trupult. So takk fyri tað. Tað virkar sum tú hevur havt tað tungt í longri tíð og tað kann vera sera hart at bera sjálv.

 

At hava eitt trupult forhold til síni foreldur og samstundis kenna seg einsamallan uttan vinir er ein ógvuliga hørð byrða at bera, serliga tá tað hevur varað so leingi. Tað er væl skilligt, at tú troytt og útlúgvað.

 

Tú skrivar, at tú kennir tað sum um, at tú ikki hevur lov at føla tað so. Men tað hevur tú. Tú hevur fullan rætt til allar tínar kenslur. Tað er onki galið við tær, og tú skalt ikki skamma teg yvir, at tú hevur tað svárt. Tín pína er verulig, og hon eigur at verða tikin alvorligt. Tú sigur eisini, at tú ikki vilt tosa við ein sálarfrøðing, tí tú følir, at eingin skilir teg kortini. Tað er eisini væl skilligt, tá man ofta hevur kent seg uttanfyri ella misskiltan. Tá kann tað kennast strævið og til onga nyttu at skula fortelja sína søgu víðari til ein ókendan persón. Og tað er als ikki vist, at tað er einum sálarfrøðingi tú hevur brúk fyri. Men tað er umráðandi, at tú ikki stnedur einsamøll í hesi álvarsligu støðu. Har eru vaksin har úti, sum vilja og hava skyldu at hjálpa tær og saman við tær finna útav hvørjum tú hevur brúk fyri.

 

Tú kundi byrjað við at tosa við onkran vaksnan í tínum lívið, sum tú ert trygg við og hevur álit á. Tað kundi verið onkur í familjuni, ein lærari ella eitt nú heilsufrøðingurin í skúlanum hjá tær. Tað kann vera tungt at skula tosa um tað at hava tað so trupult, men tú behøvist ikki at siga alt í senn. Tù kanst siga, at tú hevur tað ringt, at tað er trupult við tínum foreldrum og tú saknar vinir. Tann vaksni kann so hjálpa tær at finna útav hvørjum tú hevur brúk fyri.

 

Tú kanst eisini altíð ringja ella skriva til Barnaverndartænastuna í tínum øki. Barnaverndin hevur skyldu til at hjálpa øllum børnum, sum hava tað trupult við sínum foreldrum og hava tað so ringt, at tey ikki orka at vera til. Tú kanst fara inn á bvs.fo og finna Barnaverndartænastu í tí økinum har, sum tú býrt.

 

Hóast lívið er sera tungt at liva júst nú, so merkir tað oftast, at tú ikki orkar at liva við tí lívinum og teirri pínu, sum tú hevur júst nú. Tað er støðan, sum skal broytast, ikki lívið sjálvt. Og tú hevur tikið fyrsta stig við at skriva til okkara.

 

Tù ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 20 til 24.

Eisini bjóða vit Tú & Eg prát, har tú kanst práta við okkum um tað, sum fyllir. Vit vilja fegin hjálpa <3