Ríma frá heima

Spurningur: Hey eg Havi ein spurning sum eg má spyrja… Vissi eg rími frá heimanifrá kemur politiði eftir mær?? Tí eg eri nørvós um tað tí eg vill ríma men eg vil ikki skúla uppliva at skúla renna frá einum politiði… Og góðu tit siði samleikan

Góða tú,

Takk fyri, at tú skrivar. Hesin spurningurin vísir ein persón í neyð. Tað ljóðar sum tú hevur tað trupult heima og tann einasti útvegurin tú sært er at rýma. Hetta sigur mær, at tú onkursvegna ert ordiliga pressað og kanska kennir teg einsamalla og ikki hoyrda. Tað er ein ordiliga trupul støða at vera í.

Velur tú at rýma, kann tað verða neyðugt hjá teimum vaksnu at biðja politiið leita eftir tær. Ikki tú hevur gjørt nakað skeivt, men tí tey vaksnu, sum hava ábyrgd av tær, mugu vita, at tú ert trygg. Tá politiið leitar eftir einum barni ella ungum, er tað fyri at tryggja sær, at hann ella hon hevur tað gott og ikki er í vanda. Hetta merkir, at tað kann henda, at politiið fer at leita eftir tær, um tú rýmir, og ongin veit, hvar tú ert. Ikki fyri at “fanga” teg, men fyri at verja teg.

Eg vil ráða tær frá at rýma. Far heldur og tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á, t.d. ein lærara, heilsufrøðingin á skúlanum, onkran í familjuni, ella kanska onkran í barnaverndartænastuni. Eisini ber til at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116111. Telefonin svarar hvørt kvøld kl. 18-22. Har kanst tú ringja uttan at siga títt navn, um tú ynskir tað.

Tað, at tú hugsar um at rýma, vísir, at tú hevur tørv á hjálp og stuðli beinanvegin. Tú skalt ikki standa einsamøll við hesum, so finn onkran vaksnan at tosa við sum skjótast.

Alt tað besta,

Herborg