Hey,
Takk fyri brævið. Tað krevur dirvi at seta orð á, hvussu tungt tað er fyri teg.
Eg lesi úr brævinum hjá tær, at tú roynir nógv, bæði at gera tað, sum er væntað av tær og at klára teg sjálva/n, og at tú um somu tíð upplivir, at tey har heima ikki stuðla tær ella geva tær tað frælsi, tær tørvar. Støðan, tú ert í ljóðar sera frustrerandi, og eg skilji væl, at tú bæði kennir teg kedda/n og ótrygga/n, tá tú fært eina kenslu av, at onnur ráða yvir tínum pengum og lívi. Tú hevur rætt til at kenna teg trygga/n heima hjá tær sjálvum, og tú hevur eisini rætt til at ráða yvir tínum egna arbeiði og løn (í øllum førum ein stóran part), og serliga tá tú sjálv/ur hevur arbeitt fyri tí.
Kenslurnar geva meining fyri teg. Halt fast í tí, at tað gevur meining. Tú ert ikki ov krevjandi ella ov sart/ur. Tú ynskir og roynir at liva eitt trygt og virðiligt lív, og tað hevur tú rætt til. Tú hevur longu við hesum brævinum víst, at tú dugir og megnar at taka stig og gera nakað. Tað vísir eina styrki, hóast tað kanska ikki altíð kennist so.
Hetta er ikki nakað, tú eigur at standa einsamøll/mallur í. Eg vil ráða tær til at práta við ein vaksnan, tú hevur álit á. Tað kann eitt nú vera ein lærari, heilsufrøðingur á skúlanum ella onkur í familjuni, sum tú følir teg trygga/n við. Tú kanst kanska vísa viðkomandi tað, tú hevur skrivað her. Tað kann hjálpa viðkomandi at skilja, at hetta er álvarsamt fyri teg. Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116111, sum svarar hvørt kvøld kl. 18-22. Tað er ikki neyðugt at siga navn, um tú ikki ynskir tað.
Er tað so, at tú kennir teg ótrygga/n og ert bangin fyri, at onkur har heima fer at gera tær skaða, er umráðandi, at tú vendir tær til onkran, sum kann verja teg. T.d. barnavernd, politi ella onkran vaksnan, tú hevur álit á.
Alt tað besta,
Herborg