Góða tú við problemunum.
1) Tað er ringt at siga akkurát nær tú kanst verða við barn og nær ikki, tí cyklusin er ymiskur frá kvinnu til kvinnu. Tú kanst blíva við barn tá tú hevur eggloysn. Tað er um leið 12-16 dagar áðrenn tú fært mánasjúkuna. Cyklusin roknast frá fyrsta degi av mánasjúku til fyrsta dag av næstu mánasjúku. So um tað eru 28 dagar í millum hjá tær, og tín mánasjúka varir í 5 dagar (hettar eru miðaltølini hjá kvinnum), so er eggloysn um 7-11 dagar eftir at tú sleppur av við mánasjúkuna. Og eg kann leggja aftrat, at cyklusin sjálvdan er so regluligur hjá kvinnum at eggloysn og mánasjúka eru akkurát upp á dag.
Eg vil ráða tær frá at hava sex uttan verju, og um tú vilt royna uttan hít, fá tær so p-pillarar ella okkurt annað, tí tað er alt ov ósikkurt at stóla upp á sikrar dagar! Tað er ov stórur kjansur at taka.
Hinir spurningarnir hjá tær eru so truplir hjá okkum at svara. Tað hevði verið betri, um tú spurdi ein lækna um teir. Høvuðpína kann stava av nógvum ymsum ávum, tað má ein lækni meta um, og tað sama við spurninginum um mánasjúkuna og pínuna tá tú hevur samlegu við sjeikinum. At tú ikki vilt eta ljóðar avgjørt ikki gott, og bara at eta frukt og vatn er ikki gott nokk hjá einari 16 ára gamlari gentu, men tosa eisini við læknan um tað. So minnst til, ring til læknan so skjótt sum til ber, hann fær givið tær tað bestu ráðgevingina í hesum føri.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin