Problem here…

Spurningur: Hej :-) Hevur tað nakað við sunnheit at gera at man hevur stórar boppur?

Hvussu kroppurin hjá okkum veksur og sær út kunnu vit ikki beinleiðis gera nakað við. Tað er fyrst og fremst okkara arvaeginleikar sum stýra tí – og hetta er eisini galdandi fyri støddina á boppum. Men um man tekur uppá í vekt, so upplivir man ofta, at bróstini eisini vaksa. Tað er tó altíð umráðandi at fara væl við kroppinum hjá sær, eta heilsugóðan mat, røra teg hvønn dag og so framvegis. Eisini er tað umráðandi, at tú syrgir fyri at nýta góðan og behagiligan brósthaldara, so at tú følir teg væl.
Tú kanst altíð skriva aftur annars er møguligt at lesa meir um hetta á www.kidshealth.org

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin