Problemið við stórum P!

Spurningur: Hey tit… 

Eg havi alt for ringt við at acceptera meg sum eg eri, ella tað klári eg satt at siga slett ikki,.. eg havi verið gjøgnum eina rúgvu, Happing, skeri meg, enn tá roynt rúsevnir av forskelligum slag.. lívið hjá mær sær bara út til at koyra alt ov langt út, og eg faði ikki orduliga gjørt nakað fyri at steðga gongdini !
Spegli eg mín ringasti fjendi, eg fóli meg feita og ólekkra, ljóta og ótolandi ! 
men ja, mín spurningur er: Er tað nakar møguleiki fyri at eg nakrantíð komi at fáa eitt “normalt” lív aftur ? aftaná happing, cutting, stoffir, drukk o.a ?! eri eg virkuliga ein so ræðuligur persónur ?! :(

Góða tú, ið kallar teg ‘Problemið við stórum P’!
Tak fyri brævið. Tú skrivar, at tú heldur lítið um teg sjálva, og kallar speglið tín fígginda. Títt dulnevni sigur eisini nakað um, hvussu tú sært teg sjálva.

Tað er ikki altíð lætt at góðtaka seg sjálvan. Nógv fólk eru ófør til at happa seg sjálvan. Stilla ov stór krøv, og fara illa við sær sjálvum – tú nevnir sjálv rúsevnir og sjálvskaðandi atburð. Eg trúgvi neyvan at tey fólk, ið tú hevur rundan um teg – familja ella vinfólk – hava eins neiliga mynd av tær, sum tú sjálv hevur. Ein góð meginregla er: Royn og legg til merkis hvussu tú hugsar og tosar um teg sjálva. Hevði tú funnið teg í at ein vinkona tosaði soleiðis við teg, sum tú sjálv ger? Um tú ikki hevði góðtikið hetta orðavalið frá eini vinkonu, so skalt tú heldur ikki góðtaka tað frá tær sjálvari.

Happing hevur næstan altíð stór neilig árin á eins sjálvsvirði. Tí er happing eisini eitt ógvuliga vandamikið fyribrigdi. Tínir neiligu tankar um teg sjálva kunnu verða sprotnir úr tínum upplivingum við happing. Men hetta merkir ikki, at tú eisini skalt hava tað soleiðis framyvir.

Eg trúgvi ikki, at tú ert ein “ræðuligur persónur”, sum tú sjálv málber teg. Haldi heldur ikki tú skalt hugsa og tosa um teg sjálva sum ein stóran trupulleika. Tú ert 17 ár. Tú kanst saktans fáa tað gott aftur. Tað sum er umráðandi er, at tú tosar við ein vaksnan um bæði sjálvskaðandi atburðin og rúsevnini. Skjótari tú fært hjálp við hesum, tess skjótari fært tú tað betri. Og tað hevur tú uppiborið.

Í tínum føri er tað upplagt at tú setur teg í samband við tín lækna, sum kann hjálpa tær við hesum trupulleikum. Um hetta er eitt óv stórt stig fyri teg beint nú, so kanst tú eisini byrja við at tosa við ein tú lítur á – t.d. foreldur, ein lærara ella onnur. Tú ert eisini vælkomin til at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.

Góða eydnu!

Vinarliga, Tú & Eg Ráðgevingin