Neyðtøka

Spurningur: Hey, eg eri ein 17 ára gomul genta ið bleiv neyðtikin av mínum (ex)sjeiki tá ið eg var 14. Vit vóru í mínum kamari og eg bað hann steðga og hann hálaði buksurnar av mær og segði “jú, kom nú, tað bilar einki” eg trúði ongantíð at hetta fór at henda. Eg fekk so ilt og eg visti ikki hvat eg skuldi gera eg trýsti hann av mær men einki riggaði. Til endans fristi eg bara. Tá ið hann var liðugur spurdi hann meg “angrar tú tað?”. Eg visti ikki hvat eg skuldi siga. Eg var í sjokk. Eg segði so “nei” soleiðis at tað ikki skuldi blíva so awkward. Tá høvdu vit verið saman í næstan ein mána. Tá ið hann fór heim tað kvøldið, bleiv eg við at hugsa um hatta var neyðtøka ella um eg hevði kunna gjørt meir fyri at hatta ikki skuldi henda og um hatta var mín skyd ella um eg bara var dramatisk. Hugsaði soleiðis í ca 3 mánaðir. Tá hevði hann gjørt tað fleiri ferðir og eg føldi meg so hjálparleysa hvørja fer. So spurdi eg hann hví hann gjørdi tað um so eg segði “Nei”. Hann segði “jamen tað minnist eg ikki hví”. So stóð eg har sum eitt skít bítt. Hann var so ljótur við meg og ofta føli eg enn hendurnar hjá honum um hálsin á mær og á kroppinum hjá mær. Eg áni ikki hvat eg kann gera. Eg fari í smá-panik av tí viðhvørt og hugsi altíð um hvør eg hevði verið um tað ikki hendi. Nú eri eg 17 og eg eri enn ikki frí frá hesari vemmeligu kensluni av at onkur kemur eftir mær og hondum á mær. Eg havi ikki melda hann, og eg veit ikki um eg burdi, nú er tað altso nokk so langt síðan.

Góða tú.

 

Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú skrivar so opið og erligt um tína støðu.

 

Tað er ein ræðulig støða tú hevur verið í. Ikki bara eina ferð, men nógvar ferðir, saman við tínum eksskjeki. Tað er væl skilligt, at tú hevur verið bangin, forvirrað og í iva. At uppliva, at eitt annað menniskja sum man eigur at hava álit fer so langt yvir um mørk, er ógvuliga skelkandi. Tú lýsir, at tú frysti og tað er ein púra vanlig reaktión í støðuni. Tá man verður bangin, kann kroppurin stívna og verða heilt stillur. Tað er ein automatisk verjumekanisma, ikki eitt samtykki. Tað er eisini normalt at føla seg hjálparsleysa. Tað ljóðar eisini sum hann als ikki hevur havt innlit í hvussu skaðandi hansara atburður hevur verið fyri teg.

 

Tað, tú hevur upplivað er neyðtøka. At biða ein steðga er ikki at geva samtykki og tað er neyðtøka.  Tað er ikki tín skyld, hóast tú kanst vera í iva. Tað er ein ógvuliga vanlig reaktión at vera í iva, tá ein er neyðtikin. Serliga tá tað er sjeikurin hjá einum, sum hevur framt neyðtøkuna. Man kann hugsa, at ein sjeikur kann ikki neyðtaka. Men tað kunnu teir, ongin eigur tín kropp, óansæð hvat er tykkara forhold. Tað kann eisini styrkja ivan hjá tær, tá hann sigur at hann ikki minnist og á tann hátt ger hann neyðtøkuna til einki.

 

Tá ein er neyðtikin kunnu nógvar ymiskar kenslur vísa seg. Kenslurnar eru ymiskar frá persóni til persón og tær kunnu broytast við tíðini. Tað er vanligt at fara í sjokk, sum tú eisini lýsir. Tað kann kennast, sum tað er ikki er hent í veruleikanum ella sum ein sær støðuna uttanífrá. Tað er vanligt at uppliva skuld og skomm. Nógv kunnu fáa tankar um ”hví gjørdi eg ikki meira?” sum tú eisini lýsir, ella er tað mín feilur, tí vit eru í parlagi. Tað er umráðandi at undirstrika, Tað er tað ikki. Ein kann eisini kenna seg tóma innaní, vera bangin fyri at tað skal henda aftur og fáa kropsligt óbehag, eitt nú kenna seg ”skitna”, hava kvalma ella fáa trupulleikar við svøvninum.

 

Tú hevur gingið við hesum álvarsligu upplivingum einsamøll í trý ár og tað er ein ovurstór byrða at bera einsamøll. Serliga í so ungum aldri, Eingin eigur at ganga einsamøll við slíkum upplivingum. Eg haldi, at tað hevði verið gott um tú fekst onkran at tosa við um tínar upplivingar og at viðgera hvørjar avleiðingar tær hava havt fyri teg. Nú veit eg ikki um tú longu hevur tosað við onkran, men eg fari at eggja tær til at finna onkran tú hevur álit á og byrja hesa samrøðuna. Tú behvøvist ikki at siga alt í senn, Tú kanst byrja við at siga, at tú hevur upplivað nakað keðiligt, sum tú kundi hugsað tær at fingið hjálp til. Um tað ber til so tosa við tíni foreldur, eldri systkin ella onkran annan vaksnan, sum tú hevur álti á, so kunnu tey saman við tær syrgja fyri, at tú fært ta hjálp tú hevur brúk fyri. Td. at kontakta læknan og fáa ávísing til sálarfrøðing. Tù kanst eisini kontakta læknan sjálv.

 

Í mun til spurningin um at melda málið skalt tú vita, at tú altíð kanst seta teg í samband við løgregluna og melda neyðtøku, óansæð hvussu langt síðani tað er.

 

Hetta er álvarsligar upplivingar tú hevur borið í so langa tíð sjálv. Og tú merkir avleiðingarnar. Tað er týdningarmikið at tú fært høvi at viðgera hesar avleiðingarnar. Og við hesum brævinum hevur tú tikið fyrsta stigið.

 

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til Tú og Eg Ráðgevingina á 116 111.