Eg eri bangin

Spurningur: Hey so eg eri mega bangin beint nú. Tað var at í dag so skuldi lítlasystir mín renna 3 km í morgin men so hugsaði babba bara at gera tað í dag í staðin. Eg og babba og hon runnu og eg veit ikki men hon bleiv móð beinanvegin og so aftaná 1 km umleið segi hann at hon skuldi taka seg saman og hon eg veit ikki men byrjaði at gráta tí hon orkaði ikki? Men babba bæeiv ordiliga illur og næstan skrálaði at hon skuldi blíva við og eg prøvaði at broyta stemningin við at spyrja um teknikk við at kpyra hælin í og at enda so byrjaði eg bara at renna tá tey góvust og eg var frammanfyri og babba bleiv mega illur og eg veit ikko men eg klári ikki at vera har tá babba er illur inn á onkran so eg rann bara inntil eg ikki hoyrdi tey og eg hugdi aftur og so sá eg at hann líkasum prøvaði at hála hana ella so so hon kundi renna og eg var mega bangin og so komu vit heim og babba tosaði ikki ordiliga og hon skuldi undir brús og so tá mamma kom so segði lítlasystirin við mammu um tað og eg veit ikki tey eru byrja at klandrast tey bæði og eg veit ikki eg eri bari so bangin fyri babba tí tað virkar altíð sum um at hann fer at sláa ella leypa á persónin tá hann er illur og eg var bara so bangin tí lítlasystirin lurtaði ikki eftir honum og eg var bara sp bangin og eg hevði hug til at ringja til mammu ella enntá politii men eg hevði onga telefon og eg eri bara so ræðuliga bangin

Góða tú,

Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum ein sera óbehagilig og ræðandi støða, tú hevur staðið í. Tá eitt foreldur verður so ill/ur, at tú følir teg bangna og fert at hugsa, at pápi tín kundi funnið upp á at sláa ella leypa á onkran, so er tað so væl skilligt, at tú reagerar við ótta. Tú royndi eisini at hjálpa í støðuni við at broyta evnið og skapa frið, so tað er týðiligt, at tú vart nógv upptikin av, at øll skuldu hava tað gott.

Tað er púra vanligt, at kroppurin reagerar, sum tín gjørdi við, at tú hevði hug at renna burtur, ringja eftir hjálp ella bara sleppa vekk frá støðuni. Tá vit verða bangin, fer kroppurin í eina alarmstøðu, har vit vilja flýggja, frysta ella hjálpa. Hetta merkir ikki, at tú gjørdi nakað skeivt.

Tað er týdningarmikið, at tú ikki gongur einsamøll við hesum. Tú eigur at tosa við ein vaksnan, sum tú kennir teg trygga við. Tað kann vera eitt nú mamma tín, onkur annar vaksin í familjuni, ein lærari, heilsufrøðingurin ella kanska foreldur at einum vini. Tað hjálpur ofta væl at seta orð á tað, tá ein upplivir slíkt, sum tú upplivdi, og blívur so bangin, sum tú vart. Tú kanst siga viðkomandi persóni, at tú verður ótrygg, tá pápi tín verður so illur.

Um tú hevur tørv á at tosa við onkran uttanfyri familjuna, kanst tú ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf.: 116111. Har eru fólk, sum lurta og sum fegin vilja hjálpa børnum og ungum, sum hava tað trupult ella eru bangin.

Minn teg eisini á, at tað ikki er tín ábyrgd at fáa vaksin at steðga við at skeldast. Tað er ábyrgdin hjá teimum vaksnu.

Tað er so gott, at tú skrivaði inn her um hetta. Tað vísir dirvi. Og hóast tað kennist tungt beint nú, so finnast vaksin, sum vilja hjálpa tær og tryggja sær, at tú ikki skalt ganga einsamøll við hesum.

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.