Naka snedit sum hendi

Spurningur: Hetta var ræguliga løgið. Hetta hendi ein løtu síðani mem eg minnist tað enn tað var ræguliga snedit. Eg havið altíð verði happa so leingi eg gekk í skúla. Eg var ordliga illa happa og tað var fleiri keðilig ting sum hendi. Men annars so opnaði eg portrið til at fara heim og so eg minnist tað ordliga væl. Eg opnaði portri og so knappliga varnaðist eg at eg hevði slett ongir minnir um teir síðstu 6 ella so mánarnir. Tað føldist eisini sum at vakna knapliga eg var ræguliga kedd hesa tíðina. Altso tað føldist sum eg bara vaknaði sum eg hevði verði bara vekk í líkasum 6 ella so mánar. Tað var ræguliga løgið. Tað følist eisini onkuntíð umaftur sum um eg bara ikki erið har tað er so løgið. Eg veit ikki hví tað hendur men ja. Eg vil gjarna vita hví vita tit??? Eisini eg hevði ikki fingið nakran skeða til høvdi ella naka.

Góða tú,

Takk fyri, at tú skrivar og fortelur so opið um tað, tú hevur upplivað. Tað, tú lýsir, ljóðar bæði løgið og óhugnaligt, og tað gevur fullkomiliga meining, at tú undrast á, hví tað hendir.

Tað er ilt at siga, júst hví tú upplivir hesi tingini, men eg fái onkrar tankar um, hvat tað kann vera. Tá mann hevur verið gjøgnum okkurt sera tungt, (tú nevnir, at tú ert happað og nógv keðiligt er hent), kann heilin reagera við at “sløkna eitt sindur” fyri at verja teg. Hetta kann følast, sum tú lýsir tað, sum um mann er burtur ella ikki heilt til staðar. Á enskum verður hetta kallað dissociation. Ein kensla av at ikki vera partur av sær sjálvum. Hetta kann henda, tá mann hevur verið undir stórum kensluligum trýsti.

Av tí, at tú eisini hevur upplivað eitt so greitt tíðarskeið, tú ikki minnist, hevði tað verið eitt gott hugskot at tosa við tín kommunulækna. Hetta bara fyri at tryggja, at alt er í lagi likamliga. Vanliga er tað einki álvarsligt, men tað er altíð gott at fáa tað kannað, serliga um tú hevur havt fleiri løgnar upplivingar seinastu tíðina. Læknin kann hjálpa við at finna útav, um tað er nakað, sum skal kannast nærri, ella um tað er ein reaktión upp á strongd.

Tað kann eisini hjálpa væl at tosa við onkran, tú hevur álit á, t.d. ein sálarfrøðing, lærara, heilsufrøðingin í skúlanum hjá tær ella onkran annan vaksnan, sum tú ert trygg við. Tað kann hjálpa tær at skilja, hvat hendir, og at finna onkrar mátar til at kenna teg tryggari og meira til staðar aftur.

Tú hevur longu tikið eitt stórt stig við at skriva hetta brævið. Tað vísir styrki og ein vilja til at skilja teg sjálva betur. Tú ert ikki einsamøll um at hava upplivingarnar, sum tú lýsir, og tað ber til at fáa hjálp og fáa tað betri.

Alt tað besta,

Herborg