Góða tú.
Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú deilir tínar tankar og tína støðu.
Tað ljóðar sum tú gert tær góðan ómak við at vera ein góð vinkona; tú hjálpir, tá onkur er keddur og tú vísir umsorgan á ymsan hátt, td. tá tú gjørdi tekningar til vinin hjá tær. Eg skilji væl, at tað er skuffandi, tá tú ikki merkir sama hita ella takksemi aftur frá vini tínum. Tað ljóðar sum tú ert ein persónur, sum hugsar um onnur og leggur í hvussu tey hava tað. Tað er ein vakur eginleiki, sum kanska eisini kann troytta um tú altíð skalt geva uttan at fáa nakað aftur. Tað er púra natúrligt, at tú leingist eftir at verða sædd og virðismett. Onkutíð kann tað hjálpa at hugsa um man kanska skal geva sær sjálvum loyvi bara at vera uttan at skula avrika ella gera nakað fyri uppmerksemi frá øðrum. Ofta er tey mest haldbaru vinarløgini, tey har báðir partar geva og taka ímóti.
Tað kann taka tíð at finna menniskju, sum hóska til ein. Men tey finnast. Og kanska er longu onkur av tínum vinum rundanum teg, sum kann blíva ein tættari vinur. Kanska tú kundi tosa við tey um hvussu tú hevur tað.