fucked

Hej Genta 15 ár Tak for dit brev og dit styrke til at skrive ind til os. Du skriver at du er Fucked fordi at du er blevet opdaget med noget som jeg ikke ved hvad er. Du er blevet indelåst et år, som jeg forstår er stuearrest, som betyder at du ikke må gå […]

Foreldur

Góða Genta, Takk fyri títt erliga bræv. Tað er ómetaliga torført at føla seg fangaða, tí foreldrini eru skyld – umframt at skula fyrihalda seg til eina nýggja familjusamanseting. Sum tú skrivar, so fyllur tað ómetaliga nógv, at mamma tín hevur fingið nýggjan sjeik. Nú hevur tú minst trý vaksin, tú skalt fyrihalda teg til. […]

Tori ikki at vera hjá mammu

Góða tú. Tað kann vera nógv ymiskt, sum ger, at vit blíva ill og gera fortreð. Og tá vit eru bangin og kedd, verða vit ofta eisini ill. Og tað er heilt ok og púra normalt. Tað er ikki nakað tú skalt broyta. Eg haldi, at tú skalt spyrja pápa tín, um hann kann keypa bókina “Lítla bókin um stórar […]

Flyta

Góða Tú Takk fyri brævið, eg vil fyrst og fremst rósa tær fyri at tú longu nú hevur sagt frá. Eg skilji ómetaliga væl, at tað er keðiligt at flyta frá vinunum. Tað stutta svarið til tín spurninger er: Tú hevur rætt til at vera við at avgera, hvar tú skalt búgva. Í Barnarættindasáttmálanum stendur í […]

Eg vil hava sálarfrøðing

Góði Tú! Fyrst av øllum vilja vit takka fyri tín spurning. Tá ið foreldur skiljast, so eru nógv ymisk atlit, ið skulu takast. Á hesi síðuni kanst tú lesa um ymiskt viðvíkjandi hjúnaskilnaði. https://barnabati.kinsta.cloud/egoglivid/hjunaskilnadur/ Um tú ynskir serkøna hjálp, so kann man seta seg í samband við Familjufyrisitingina. https://famf.fo/born Vinaliga Tú & Eg Ráðgevingin

Mist meiningina við Livunum

Góða Genta Stóra takk fyri títt bræv. Vit skilja væl at tú ert í einari tungari støðu nú tíni foreldur eru skild. Tú skrivar at tú ikki orkar mammu tína, tí hon er gronut allan dagin. Tað er ikki lætt tá foreldrini ikki hava tað gott, men samstundis er tað eisini umráðandi, at tíni foreldur […]

Foreldur

Hey genta 12 Takk fyri títt bræv. Flest øll foreldur skeldast inn í millum. Onkur duga væl at goyma tað til børnini eru úti, ella tey eru sikkur í at eingin hoyrir. Onnur leggja ikki í um onnur hoyra. Felags er, at flest øll foreldur skeldast, meir ella minni. Eg skilji væl tín ótta um, […]

?

Hey ‘?’ Tað at tú ert irriterað inná damuna hjá pápa tínum, er ikki ónormalt. Tey sum hava fráskild foreldur, hava tað ofta trupult, tá foreldrini fáa nýggjar partnarar. Tað henda jú nógvar broytingar, man skal venja seg við at foreldrini hjá einum ikki eru saman longur, og so skal man kanska eisini venja seg […]

Míni foreldur eru skild..

Góða Genta Tað er uttan iva ein torfør støða tá foreldur ynskja at flyta frá hvørjum øðrum. Her er umráðandi at vita, at hetta hevur ikki við teg at gera. Tað eru tey vaksnu sum ikki ynskja at liva saman við hvørjum øðrum longri, tí teirra kenslur fyri hvørjum ikki eru tær somu longri. Tey […]

Foreldur

Góða genta. Nú veit eg ikki, hvat stóð á messenger hjá mammu tíni og hvussu sikkur tú ert í, at hon er ótrúgv ímóti pápa tínum, men eg haldi ikki, at tú skalt gera nakað. Foreldur tíni eru vaksin fólk, og skulu nokk finna útav einum hvørjum, ið er teirra millum. Hetta mást tú líta […]