Hi,
This answer is in faroese. But if you´d like to have the answer in english, please let us know <3
Góða tú,
Takk fyri brævið og fyri títt dirvið at skriva hvussu tú hevur tað.
Tað ljóðar sum at tú hevur tað ordiliga tungt beint nú. Tú skrivar at tú hevur góðar vinir, men hóast hetta, so kennir tú teg sera einsamalla og kennir teg kedda og vilt gráta tað mesta av tíðini. Tað er ikki óvanligt at kenna seg einsamallan, hóast man hevur góðar vinir. Tað eru fleiri sum hava tað so. Viðhvørt so kann man bara hava eina kenslu av, at ongin skilir hvussu man hevur tað. Tað eru eisini nógv, sum uppliva at tað er ringt at møta nýggjum vinum sum man hevur eina connection við, og ofta kann taka tíð at finna tey fólkini.
Tú skrivar eisini at tú kennir teg paranoid og hevur tørv á at ganga runt húsið hvønn dag, og at hetta ger at tú kennir teg øðrvísi enn onnur. Tað ljóðar sum at tú gongur einsamøll við nógvum tungum kenslum, og eg haldi at tú átti at tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á, um hesar kenslurnar. Ofta hjálpir tað at tosa við onkran um, hvussu vit hava tað. Kundi tú kanska tosa við tíni foreldur ella onkran í tínari familju, um tað sum tú lýsir her? Ella kanska ein lærara ella eina heilsusytur, um tú gongur í skúla? So kunnu tit saman finna útav, um tað er okkurt, sum kann hjálpa tær.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl 18 til 22.
Alt tað besta,
Sára