Góða tú,
Takk fyri brævið. Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at ringja. Vit skilja væl, at tað kann vera ringt at ringja, men tú bestemmar sjálv, hvat tú ynskir at tosa um. Tað er ikki neyðugt at siga títt navn, so vita vit ikki hvør tú ert, og tú kanst altíð leggja á aftur, um tú umbestemmar teg. Vit eru her fyri at lurta.Tað kann sjálvandi vera ringt, um familjan altíð er heima. Um tú ongantíð hevur eina løtu fyri teg sjálva, so ert tú sjálvandi eisini vælkomin at skriva aftur her á brævkassan.
Vónandi finnur tú dirvi til at ringja ella at skriva aftur.
Alt tað besta,
Sára