Góða genta
Takk fyri brævið og fyri, at tú skrivar aftur til okkara.
Tað ljóðar strævið hjá tær at blíva við at royna, og at tað so ikki riggar at fáa ein vinabólk, ið tú kennir teg væl í. Eg hefti meg eisini við, at tað ávirkar teg meiri kensluliga nú, við at tú hevur tankar um, at øll hata teg, og at tú vilt skaða teg sjálva. Tær kenslurnar eru ikki serliga hugaligar at ganga runt við.
Tað at kenna tilknýti til onnur fólk er ein so sera stórur partur av okkara trivnaði sum menniskju, og eg skilji væl, at tað ávirkar teg nógv, tá tú ikki kennir teg sum partur av einum felagsskapi.
Eg havi hug at skjóta upp 2 møguleikar. Annar er – um tú orkar tað – at skifta fokus frá at royna at sleppa upp í ein bólk og til at skapa eitt samband við einkultar persónar. Onkuntíð kunnu bólkar vera truplari at “sleppa uppí”, meðan eitt samband við ein annan persón kann gera, at man so sleppur uppí ein bólk umvegis hin persónin.
Um tú ikki orkar hetta, tí tú longu hevur gjørt fleiri royndir, so vil eg viðmæla tær at seta teg í samband við ein sálarfrøðing og tosa hetta ígjøgnum – mest tí tú ert so tyngd av støðuni, sum tú ert. Ein sálarfrøðingur kann hjálpa tær at fáa skil á kenslurnar og upplivingarnar, og á tann hátt koma eitt stig víðari í truplu støðuni.
Alt tað besta,