Góða tú.
Takk fyri brævið.
Tað er ein trupul støða at fáa at vita, at ein vinkona er fyri harðskapi. Serliga, tá mamman sum fremur harðskapin hóttir við at taka lívið av sær sjálvari um hon fortelur tað. Hatta ljóðar bæði sum sálarligur og kropsligur harðskapur. Hetta skulu hvørki tú ella vinkona tín standa einsamallar við og tí er tað heilt rætt, tá tú vendir tær higar at spyrja teg fyri hvat tú skalt gera.
Eg haldi, at tú skalt fortelja tað fyri tínum foreldrum, so tit í felag kunnu finna útav hvat skal gerast. Tað er umráðandi, at tað eru tey vaksnu, sum taka ábyrgd av hesari støðuni við harðskapi. Foreldrini hjá tær ella onnur vaksin vita hvat tey skulu gera og hvar tey skulu venda sær fyri at vinkona tín (og mamma hennara) fáa røttu hjálpina.
Alt tað besta.
Heilsan Svanna