Eg havi nokk brúk fyri hjálp

Spurningur: Eg dugi ikki so væl við at fáá orð á flest ting men eg fari at royna. Eg havi skorið meg sjálva í fleiri ár nú, tað einasta grund til eg havi stegga er sum eg havi ikki sár tá eg blívi fremd, eg fari sikkurt at byrja aftur aftanná. Tað er líka sum eg má hava arr til at vísa at eg havi tað ikki gott sálarliga. Onki er áhugavert meira. Eg livið nokk ikki til eg eri 15 uttan hjálp. Men um tað virkar ikki so skulu míni foreldur takað sær av eitt barn aftrat við sálarligu trupuleikar, ella tey skulu ikki tí systur mín er yvir 18 men tey gera tí tey elska hana. (eg eygi ikki at vita at hon hevur sálarligar trupuleikar men eg havi verið við til at heinta hana frá psykiatriski depilin fleiri ferðnar so tað er eitt sindur ringt at ikki vita). Og hvat um pápi ella omma mín finnur útav at eg dámi gentur og at eg eri genderfluid.😰 tað hevði verið nokk so scary. anyways eg hopi tú hevur ein góðan dag :3
Góða tú
Takk fyri brævið og títt dirvi at skriva.
Um tú ert fermd (eg veit ikki, nær tú hevur skrivað 🙂 ), so tillukku við fermingini – og tillukku, um tú hevur klárað at latið vera við at skorið teg inntil tú bleivst fermd. Tað er ikki bara lætt at halda sær.
Tað er gott, at tú skrivar, og tað ljóðar sum um tú kundi havt brúk fyri at tosa við onkran um, hvussu tú hevur tað sálarliga. Eg haldi ikki, at tú skalt hugsa um, at foreldrini eisini skulu taka sær av tær, tí tú hevur líka góðan rætt til hjálp, sum systir tín og øll onnur hava. Eg haldi, at tú skalt royna at tosa við onkran vaksnan, um tú kanst: t.d. mammu tína ella pápa tín, onkran annan vaksnan í familjuni, ein lærara ella kanska onkran annan vaksnan, sum tú hevur álit á? Um tú gongur í skúla, so kann ein heilsufrøðingur vera góður at tosa við eisini. Tú kanst eisini ringja til tín lækna, um tú veitst, hvussu hann/hon eitur.
Tínar stúranir um, at tær dámar gentur og ert gender fluid, haldi eg, at tú skalt goyma til seinni, um tað ber til. Ofta reagera foreldur minni ógvusligt, enn man heldur. Eg haldi, at tað vigtigasta beint nú er, at tú finnur onkran at tosa við, so tú fært tað betri sálarliga, soleiðis at tú sleppur undan at skera í teg sjálva.
Alt tað besta til tín,
Annika