lívmóðirhálskrabba

Spurningur: Tað sigst, at man ikki kann hava sex í 6 mánaðir, eftir at man hevur fingið sproytu fyri lívmóðirhálskrabba ella hvussu tað eitur. Men kann man fingra sær og kann man spæla við ein dildo? Tori ikki at spyrja læknan, so eg vendi mær til barnabati.fo og Tú & Eg Ráðgevinging. Takk fyri!

Viðgerðin fevnir yvir 6 mánaðir, frá at tú hevur fingið 1.sproytuna og til ta 3. sproytuna. Tí verður mælt til at bíða við kynsligari samveru til ein mánaða eftir, at viðgerðin er liðug. Tó er tað heilt í lagi at onanera, tá tú ikki verður smittað við HPV virus av tí.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin