Lívið :-*

Spurningur: Eg eri alt for negativ. Eg tými ikki meria at vera negativ. Eg vil verða sum øll hini, tey eru so fitt og pen, L eg eri onki. Eg vil verða okkurt, eg vil gera so at onkur leggur merkis til mín. Eg havi ikki so nógvar vinir eini 5. Øll hini sum eg veit um eru populer, so kann eg ikki verða saman við teimun. Ella tey bara snerkja til mín. Hvat skal man gera fyri at fáa meira vinir og at verða ein góður vinir fyri hini?? :J

Góða Lívið
Eg haldi tú stillar tann allarvigtigasta spurningin til seinast, hvussu er man ein góður vinir. Tí tað handlar nokk ikki so nógv um mongdina av vinum, men um hvussu man er sum vinur. Hvat er tað at verað populerur? Og ert tú vís í at tey sokallaðu populeru kenna seg sum nakað fantastiskt? Um tú hevði sitið yvurav mær beint nú, so hevði eg spurt teg um tú ert heilt vís í at tú ikki eisini er populer, men tú leggur kanska ikki merki til tað, ella ert tú ikki populer hjá onkrum ávísum persóni? Men tá hettar er sagt, so hugsi eg at nógv hava tað júst sum tú, halda at øll onnur hava tað nógv betri enn ein sjálvur, og hava nógv betri vinir og eru fittari enn ein sjálvur, ístaðin fyri at seta prís uppá tað man hevur – tí fimm vinir er ikki onki.
Men kann blíva ein góður vinir, við at hugsa um hvat ið man gjarna vil hava at onnur gera ímóti einum og so gera tað ímóti sínum vinum. Hettar handlar ikki um at geva nakað, men at verað tilstaðar og at verða áhuga í hvussu vinirnir hava tað og so framvegis. Góða eydnu við at verða ein góður vinir.

Kærar heilsur

TÙ og EG ráðgevingin