Ljóta eg við ongum kærleika

Spurningur: Hey eg havi eitt stórt problem. Eg havi prikkar, arr og ljóta húð. Eg eri so ljót. Eg kann einki gera við tað. Eg vil so gjarna vera pen. Hvat skal eg gera? Og eg havi so ljótt hár eisini, og eg havi ongar pengar at fara til frisør og keypa make up o.s.v. og eg havi eisini ein ræðuliga óndan hálvpápa. Hann slær meg og sigur, at eg eri sjúkí heysinumog stoytir mjólk á gólvið við vilja, tá mamm ikki sær, og so sigur hann við hana, at tað var eg, sum stoytti tað, og hann fer altíð inn í mítt kamar at oyðileggja alt og so sigur hann við mammu, tá eg sigi við mammu, at hann hevur verið í mínum kamari og oyðilagt alt, at tað ikki var hann og at eg fanini ikki skal skylda uppá hann og eina ferð stakk hann fingurin í munnin hjá mær so hart at eg fór at bløða og nógv onnur verri ting eisini. Eg sigi tað altíð við mammu og mínar lærarar, men tey trúgva tí ikki. heldur ikki mín besta vinkona. Eg eri so kedd av hesum. Eg havi ADHD og eri onkuntíð hjá psykologi, og har sigi eg tað eisini, men tey trúgva tí heldur ikki, og eg vil ikki búgva heima meira, tí mamma mín kann eisini finna uppá at gera sovorðin svøk ting. Hjálp mær pleazzzzzze! Eg blívi eisini altíð send oman í mítt kamar at sita allan dagin uttan grund. Hjálp mær NÚ!

Góða tú!
Tað ljóðar sum tú ert í eini ómetaligari svárari støðu og hevur nógv í tonkunum. Tú ert við at verða tannáringur, og nógvar broytingar finna stað. Tað kunnu vera broytingar við hormonunum, nú tú møguliga ert byrjað at koma í pupertetin.
Tað kann ávirka humørið og sjálvsálitið, og tað ávirkar ofta eisini útsjóndina. Húðin kann vera trupul at fáast við hesi árini, men tað fer helst at batna so við og við. Tað er møguligt hjá tær at fara til lækna at spyrja um hjálp. Tað ber til at fáa krem og ella heilivág til ringa húð.
Vinarløg og sambandið við foreldur kunnu eisini ávirkast, tá ein verður tannáringur. Tað eru ikki øll foreldur, ið skilja so væl sínar tannáringar. Tað merkir tó ikki, at foreldrini ikki eru góð við sínar tannáringar og vilja teimum tað besta. Um tú hevur ADHD kunnu hesar broytingar frá at vera barn og til at blíva tannáringur virka enn tyngri enn hjá einum, sum ikki hevur ADHD.
Tað, sum tú fortelur um fosturpápa tín, er fyrst og fremst kropsligur harðskapur, sum bæði er revsivert og sera álvarsligt. Eingin hevur loyvi at sláa teg ella nakað annað barn. Haraftrat er talan um sálarligan harðskap, sum eisini er sera skaðiligt fyri øll at uppliva, og serliga skaðiligt fyri børn. Tað at tey, sum tú hevur tosað við um tað ikki trúgva tær, ger støðuna enn verri. Men tað er ein vón fyri framman! Tað eru onnur vaksin, ið hava skyldu at hjálpa tær, m.a. heilsufrøðingurin í skúlanum ella Barnaverndartænastan í tí økinum, har tú býrt. Tú kanst venda tær til tey og greiða frá tínari støðu. Um tað er ringt hjá tær at greiða frá, kanst tú vísa teimum hetta brævið. Tú ert eisini vælkomin at venda tær til okkara ráðgeving umvegis kjatt ella telefon.

Vónandi fært tú gagn av svarinum.

Ansa væl eftir tær!
Tú & Eg Ráðgevingin