Góða tú
Takk fyri brævið.
Eg skilji væl, at tú ert kedd og kanska eisini forvirrað. Tað má vera ein sera særandi uppliving at fara í eina samkomu í vónini um at vera ein partur av felagsskapinum, men so at verða biðin um at fara, tí tú ert gay. Serliga tá tú sjálv ert kristin og hevur eina trúgv, sum hevur týdning fyri teg.
Tú spyrt: “Hvussu kann man siga, at kristin fólk elska øll, um summi fólk samstundis ikki vilja hava meg við, tí eg eri ein partur av LGBTQ+?“ Tað er ordiliga mótsigandi, og nógv LGBTQ+ fólk, ið eisini eru kristin, royna ofta at skilja júst hetta.
Kristin fólk og kirkjur/samkomur eru ikki øll samd um, hvussu tey tulka Bíbliuna og hvussu tey hugsa um tað at vera samkynd/ur. Summar kirkjur/samkomur taka væl ímóti LGBTQ+ fólki og trúgva, at man kann vera bæði kristin og LGBTQ+. Onnur hava eina aðra fatan. Men óansæð hvørja fatan ein hevur, eigur eitt menniskja altíð at verða møtt við virðing og umsorgan.
At onkur ikki góðtekur tín seksualitet, merkir ikki, at tað er nakað galið við tær. Tú hevur rætt til at leita eftir einum kristnum felagsskapi, har tú kanst kenna teg trygga, vælkomna og verður møtt við virðing.
Tað, sum hendi tær í Kelduni, kann følast sera hart. Eg veit ikki, hvør grundgevingin hjá teimum var, men tú hevur uppiborið at verða vird, eisini tá fólk eru ósamd við teg.
Kanska kundi tað hjálpt at tosað við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, um tað, sum hendi. Tað kann vera eitt foreldur, lærari, sálarfrøðingur ella ein annar vaksin, sum kann hjálpa tær at seta orð á kenslurnar og finna út av, hvar tú kanst kenna teg heima.
Tú ert tann, tú ert. Tú hevur sama rætt sum øll onnur til kærleika, vinir, felagsskap og eina trúgv, um tað er tað, tú ynskir.
Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.