Hate

Spurningur: Er tað vanligt at fólk hata teg Tí tú ert ein partur av lgptq+. um ja hví

Góða tú

Takk fyri brævið.

Nei, tað er ikki í lagi, at fólk hata ella viðgera teg illa, tí tú ert ein partur av LGBTQ+. Tíverri uppliva summi LGBTQ+ fólk fordómar, avvísing og enntá hatur. Tað kann vera, tí fólk hava hoyrt onnur fólk tosa negativt um LGBTQ+ fólk, ella eru bangin fyri tí, sum er øðrvísi, ella tí tey hava eina ávísa fatan av, hvussu eitt menniskja eigur at vera.

Men kenslurnar ella fatanin, ein annar persónur hevur av LGBTQ+, siga einki um títt virði sum menniskja. Tú hevur ikki gjørt nakað skeivt við at vera tann, tú ert.

Tað er eisini púra vanligt at blíva kedd, ill, forvirrað ella ótrygg, um onnur avvísa teg ella siga ljót ting um teg. Tú nýtist ikki at standa einsamøll við teimum kenslunum. Tosa við ein vaksnan, sum tú hevur álit á, um tú upplivir slíkt. Tað kann vera eitt foreldur, ein lærari, sálarfrøðingur ella ein annar vaksin.

Tú hevur uppiborið at verða møtt við virðing og at kenna teg trygga, júst sum tú ert.

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111, sum er opin allar gerandisdagar frá kl. 20 til 24.

Alt tað besta!