Góða tú,
Takk fyri at tú skrivar.
Tú ert 17 ár og hevur rætt til at fáa onkra heilsuhjálp uttan, at foreldur tíni hava innlit í alt. Tað er vanligt, at ung vilja kanna seg fyri kynssjúkur ella bara fáa eina vissu um, at alt er í lagi.
Tú kanst ringja til læknaviðtaluna og biðja um eina tíð uttan at tíni foreldur fáa boð. Tá tú ringir, kanst tú siga tað beinleiðis við tann, sum tekur telefonina, at tú ynskir at fáa eina tíð, men at tú ikki vilt hava, at foreldur tíni fáa kunning ella fráboðanir um tað. Tað eru læknin og starvsfólkini bundin av at virða.
Um tú bíleggur tíð á netinum, kunnu boð koma á telefonnummarið ella teldupostin, sum foreldur tíni kanska hava atgongd til. Tí er tað eitt gott hugskot at ringja heldur enn at brúka heimasíðuna. Tá fært tú eisini høvi at spyrja teir spurningarnar, tú møguliga hevur, áðrenn tú kemur.
Tú ert vælkomin at skriva aftur, um tú hevur fleiri spurningar.