Ein í mínum flokki gerð alt møguligt.

Spurningur: Okey ein í mínum flokki snúsar og drekkur og roykur og alt og vit eru bara 13-15 eg fari ikki at siga. Eg fari heldur ikki at siga um tað er ein genta ella drongur. So tey roykja drekka og snúsa og sova aldrin um náttina. Men teyra foreldur eru skild og eisini tann “ordliga” mamman keypur teimum snús. Tað er ólógligt men eg eri beingin at ringja til politiði fyri foreldri hjá teimum. Tí mær dámar tey faktiskt eitt sindur. Eg veit hetta “tough” if yk líkasum act líkasum hetta “eg eri so tough haha idc” act er alt bara falskt. Eg veit at tey eru garantera í nógvari mentalari píni men siga ongum. og eg hevði ynskt eg hevði kunna hjálpt teimum. Men eg kann ikki. Eisini eg koyri aldurin til 15 men minst til 13-15. Eg hevði ynskt eg hevði kunna hjálpt teimum so nógv men eg kann ikki engong snakka við tey. Einasti mátin eg kunni tey eru tí tey eru í mínum flokki. Eg hevði ynskt eg hevði kunna sagt teimum um 116111 (altso tykkum.) So ja pls sig mær hvat eg kann gerða og alt tí tey deservea betri enn bara hattar.

Hey,

Tú lýsir eina trupla støðu, og tað er væl skilligt, at tú bæði ert bangin og eisini vilt gera tað rætta í støðuni. Hetta vísir, at tú ert eitt menniskja, sum leggur merki til, tá onnur hava tað ringt.

Tú sært, at hesin persónurin í flokkinum roykir, drekkur og brúkar snús, hóast viðkomandi er alt ov ung/ur. Tú sært eisini, at fasadan er “tough” og nokk goymir eina innaru pínu. Tað er ein stór byrða hjá tær at bera einsamallur/einsamøll, og tað er ikki tín skylda at loysa alt sjálv/ur, hóast tú saktans kanst gera okkurt.

Tú kundi byrjað við at tosa við ein vaksnan, tú hevur álit á. Til dømis ein lærara, heilsufrøðingin í skúlanum, eitt foreldur hjá tær, ella foreldur hjá einum vinfólki. Tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á 116111 gerandisdagar kl. 18-22 og tosa við onkran í trúnaði um, hvussu tú kanst bera teg at.

Hugsar tú, at familjustøðan hjá viðkomandi ikki er góð, so kann eitt nú Barnaverndartænastan ella Gigni traðka til. Tað er ein uppgáva fyri tey vaksnu at syrgja fyri, at børn og ung eru trygg, og ikki uppgávan hjá einum 13–15 ára gomlum.

Tað er normalt at tú blívur kedd/ur, ørkymlað/ur og ótrygg/ur, av at síggja vinir ella floksfelagar fáa sær keðiligar vanar. Tað vísir bara, at tú hevur empati og hugsar um onnur.

Minst til, at tú ikki ert einsamøll/einsamallur. Tú gert longu nógv við at skriva inn her.

Lat tað ikki enda her. Tú kanst hjálpa. Ikki við at loysa alt, men við at siga frá. Og tað kann vera, tað er júst tað, sum kemur at gera størsta munin.

Alt tað besta,

Herborg