Góða/góði tú,
Takk fyri brævið og fyri góðu lýsingina av hvussu tú hevur tað. Tað krevur dirvi at seta orð á kenslurnar, sum tú lýsir.
Tað ljóðar sum, at tú hevur tað trupult fyri tíðina. Tað má vera hart at hava so intensar kenslur um mat, kropp og vekt. Tú skrivar at tú hevur fingið staðfest anoreksi og bulimi, og tað ljóðar sum at tú stríðist við at faa tað betri, men samstundis ynskir tú kanska ikki at fáa tað betri, tí at tú kennir tað sum, at tú missir tamarhald, um tú tekur uppá. Hetta eru stórar kenslur, sum helst eru forvirrandi fyri teg.
Eg haldi ikki at tú skalt ganga einsamøll/einsamallur við tí, sum tú stríðist við, og tí haldi eg at tú átti at tosa við onkran vaksnan um hetta. Hevur tú nakran, sum tú kanst tosa vid? Kanska foreldrini hja tær? Nú veit eg ikki, um tú hevur fingið nakra viðgerð, ella samrøður við ein sálarfrøðing í samband við, at tú hevur fingið staðfest anoreksi og bulmi, men kanska hevði tað verið gott fyri teg at tosa við ein sálarfrøðing, um kenslurnar sum tú lýsir her. Tað er so gott, at tú her ert byrjað/byrjaður at seta orð á kenslurnar, sum peika í ymiskar ættir – tí júst tað at tosa um tað, kann vera við til at tú fært tað betri.
Alt tað besta,
Sára