Góða tú,
Takk fyri at tú skrivar. Tú ert djørv at lata upp fyri slíkum kenslum, serliga tá ið tú longu følir teg einsamalla og ikki ordiliga hevur hug til, at nakar skal leggja merki til, hvussu hart tú hevur tað. Tað, tú lýsir, ljóðar sum ein tung tíð í tínum lívi, har tú kennir teg einsamalla og fangaða í einari ringrás, har tú bæði saknar felagsskap og hevur ilt við at finna orku til at gera nakað við tað. Tað gevur so góðan meining, at tú grætur og følir kensluligan tómleika, tí tú hevur tað ordiliga trupult beint nú.
Tú nevnir, at tú fyrr hevði meira gleði og orku, og tað vísir, at tann síðan av tær er har, hóast hon nú er meira fjald. Tá mann hevur tað tungt, kann sjálvt tað minsta kennast ov nógv, og tí er umráðandi at byrja við smáum stigum. Far til dømis ein stuttan gongutúr, bara 10 min., ella skriva eini boð til ein vin, uttan nakað størri endamál. Tað snýr seg ikki um at vera sosial uppá “tann rætta mátan”, men um at merkja, at tú enn megnar at røkka út, hóast tað bara er eitt lítið sindur í senn.
Tú gongur longu til sálarfrøðing, og tað er gott! Tað er í lagi at siga sálarfrøðinginum, hvussu tú veruliga hevur tað. Eisini hóast tú ikki heldur, at tað hjálpir. Tað kann taka tíð at finna útav júst, hvat virkar.
Út frá tí, tú skrivar fái eg eina kenslu av, at tú ert empatisk og hugsar djúpt um ting. Tað kann vera ein styrki, men tað kann eisini føra við sær, at tú merkir tað eyka nógv tá gleðin manglar. Tú hevur uppiborið at verða stuðlað, bæði frá vaksnum, og frá onkrum, tú kanst vera saman við, uttan at skula forklára nakað.
Um tú vilt tosa við onkran beinanvegin, kanst tú altíð ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á 116111 (opin gerandisdagar kl. 18–22). Har sita fitt vaksin, sum vilja lurta og skilja teg.
Alt tað besta til tín,
Herborg