Annað, sálarlig heilsu

Spurningur: Hey eg havi ASD1, og eg havi stutt síðani fingið diagnosu. Mín foreldur siga at eg havi tað ikki so ringt sum onnur. Eg havi tað ofta ringt at viðurkenna og samskifta hvat eg føli. Eg havi ofta skulka fyrr, aðrenn mína diagnosu. Onkutíð eru har bara tíðir hvar a føli so stressa og ræðuliga ókláran, eg dugi ikki so væl at forklára tað. Men tað er virkiliga troyttandi og eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg veit ikki um tad er okkurt við mín autismu sum ger hetta. Mín foreldur hava ikki enn havt fund við salarfrøðingarnir? Idk hvar tað er sum tey Skulu Gera men, tey kennast ikki nógv um autismu. Babba sigur at eg burdi ikki havt tað so ringt, men eg eri troytt hvønn dag, eg orki ikki at liva soleiðis.

Hey,

Takk fyri brævið. Tað, tú sigur frá, eru veruliga tungar og ógreiðar kenslur, og tað krevur dirvi at seta orð á hetta. Tað ljóðar sum tú gongur við nógvum ótryggleika og óvissu um teg sjálva/n, og eg skilji væl, at tú ert troytt/ur av tí.

Tú spyrt, um hetta kann hava samband við autismu. Ja, tað er sera vanligt, at ung við autismu uppliva júst hetta at verða tyngd av kenslum, hava trupulleikar við at seta orð á, kenna seg óklára/n og missa yvirlitið. Serliga tá nógv fer fram, ella tá fólk rundan um teg ikki heilt skilja, hvat tú hevur brúk fyri. Tað, at tú hevur fingið diagnosu seint, kann eisini gera, at tú hevur gingið leingi og roynt at klára alt einsamøll/mallur, og tað blívur mann troyttur av.

Eg lesi millum linjurnar, at tú kennir teg eitt sindur einsamalla/n. Tí vil eg siga, at tú hevur rætt til at fáa hjálp og at verða tikin í álvara. Tað, at tíni foreldur ikki skilja tað so væl enn, merkir als ikki, at tín uppliving er skeiv. Tað merkir heldur, at tey eisini hava brúk fyri at læra meira.

Eg vil ráða tær til at tosa við ein vaksnan, tú hevur álit á. Tað kann vera ein lærari, heilsufrøðingurin í skúlanum, onkur vaksin í familjuni, ella onkur annar, tú kennir teg trygga/n við. Tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á 116111 gerandisdagar kl. 18–22, har tú kanst tosa við onkran, sum dugir at lurta og kann hjálpa tær við tonkunum.

Eg vil at enda siga, at tað ER møguligt at fáa tað betri. Tú ert longu væl á veg, tí tú setir orð á, hvat er torført. Og tú skalt ikki standa einsamøll/mallur við hesum. Tað eru fólk, sum kunnu, og vilja, hjálpa tær víðari.

Alt tað besta,

Herborg