Góða genta
Takk fyri brævið.
Tað ljóðar, sum at tú onkuntíð hevur sera tungar tankar, og tí haldi eg, at tað er gott, at tú skrivar til okkara. Eg haldi eisini, at tú skalt fáa hjálp til teir tungu tankarnar, sum eisini fáa teg at klippa í beinið hjá tær.
Tað ber væl til hjá tær at fáa hjálp – antin hjá heilsufrøðinginum á skúlanum, hjá læknanum ella við at tosa við ein sálarfrøðing, men tað krevur, at tú sigur tað við ein vaksnan, sum tú stólar uppá. Tí haldi eg, at tú skalt ringja til Tú og Eg ráðgevingina í kvøld á tlf. 116 111 millum kl. 20-24. Tá tekur ein vaksin telefonina, sum tú kanst tosa við, men tú behøvist ikki at siga, hvør tú ert. Ráðgevingin er opin hvørt kvøld kl. 20-24.
Tú ert eisini altíð vælkomin at skriva aftur til okkara,
Annika