Góði tú.
Takk fyri at tú skrivar aftur — tað er ordiliga keðiligt at hoyra, at tú hevur kent tað, sum um eingin svaraði tær. Og at tað gekk so lang tíð, áðrenn svarið kom. Tað gevur góða meining, at tú kennir teg bæði vónsviknan og einsamallan.
Tú arbeiðir hart fyri at royna at passa inn, vera góður nokk fyri onnur, klára venjing, skúla, familju, kærleika, tankar um tína útsjónd og samstundis skilja tínar egnu kenslur. Tað er nógv hjá einum 13 ára gomlum — og tað ljóðar sum um tú hevur verið noyddur at hugsa og kenna nógv meira enn nógv onnur á tínum aldri.
Tú skrivar, at ein partur av tær vil hava onkran at tíma tær og skilja teg. Tað sigur mær, at hóast tú ert troyttur og hevur tað tungt, so er ein partur av tær enn har, sum ynskir hjálp og samband. Tað er týdningarmikið. Eisini tá tankarnir gerast so tungir, at tú ikki orkar at vera til longur. Hesum eigur tú ikki at sita einsamallur við. Tað hevur týdning, at tú fært hjálp frá vaksnum, sum kunnu bera nakað av hesum saman við tær. Tað er ikki at yvirreagera at fara til sálarfrøðing ella tosa við onkran — tað er nógv vanligari enn fólk halda.
Tú spurdi: “hvønn skal eg spyrja?” Tað kann vera ein vaksin, tú hevur álit á — kanska mammu, pápa, eina ommu, ein lærara, heilsufrøðingin í skúlanum ella ein annan vaksnan. Ella kanska tú kemur í tankar um onkran vaksnan, sum tú ikki kennir so væl um tað er lættari. So kann tann vaksni hjálpa tær víðari til røttu hjálpina.
Tú gert nógv fyri at fáa tað gott td. at tú ikki roykir ella brúkar snús, og at tú roynir at eta gott og venja. Tað vísir, at ein partur av tær framvegis roynir at passa uppá teg, hóast tú hevur tað ringt.
Tú nýtist ikki at gera nógv burturúr fyri at fólk skulu leggja merki til tína pínu. Tað, tú hevur skrivað her, er longu stórt nokk. Takk fyri at tú skrivaði aftur í staðin fyri at sita einsamallur við øllum hesum. Vónandi finnur tú styrki til at tosa við ein vaksnan, sum kann hjálpa tær at fáa røttu hjálpina.
Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til 116 111.