Hey tú við svøvntrupulleikum!
Tað ljóðar einki serligt hjá tær. Øll eru samd um, hvussu ringt tað er, ikki at fáa nokk av svøvni. Akkurát hvat tú kanst gera, er eitt sindur ymiskt, alt eftir, hvat ið orsøkin er: ert tú uppgiraður ella títt blóðsukur er ov høgt, ella er tað tí at tú hevur etið ella drukkið ov nógv, beint áðrenn tú leggur teg at sova, kann tað gera, at tú ikki sovnar. Svevur tú ov leingi um dagin, ella hevur tú nógv at hugsa um. Um tú ert strongdur, kann kroppurin hava trupult við at hvíla, samstundis sum heilin arbeiðir yvir, og tá kann vera trupult at sovna. Ein venjing, sum møguliga kann hjálpa teg, við at “gira” niður og fáa tað meira friðarligt inni í kroppinum, er at leggja teg væl, og so anda róliga, og tá tú blæsir út, so kanst tú halda ondini eina góða løtu, og so anda spakuliga inn aftur. Um tað er okkurt, sum tú gongur og hugsar um, sum so spøkir aftur um náttina, og tað er nakað tú hevur tørv at tosa um, so ert tú vælkomin at, annað hvørt kjatta ella ringja inn til okkara Við ynskjum um góðan náttarsvøvn.
Tú & Eg Ráðgevingin