I need help..

Spurningur: Hey barnabati!   Eg havi tað ikki so gott við mær sjálvum.. Mítt lív er so.. tómt. Eg havi ongar vinir, ikki eingang ein vin, og føli meg so einsamallan.. um einki broytist, gongur alt galið.. Ì skúlanum er ræðuligt, eg royni at vera fitt og at fáa vinir, men nei, man fær eitt súrt smíl og so venda tey bak.. Soleiðis hevur tað verið í flerir ár. Eg havi bara ikki hugsað so nógv um tað. Men nú í seinastuni hevur alt bara verið ringt.. Eg “útgevið” meg fyri at vera ein stuttligur persónur, ið altíð hevur eitt smíl á varrunum. Men innast inni, goymir ein lítil bangin persónur seg, ið bara roynir at krógva seg langt vekk frá veruleikanum. Eg eri negativ um alt, tími ikki at gera nakað, og gráti altíð, tá ið eingin er til staðar.. Hvat skal eg gera.. ?

Hey góða tú – takk fyri títt bræv!
Fyrst vil eg siga við teg, at tað er gott, at tú skrivar til ráðgevingina, og harvið sigur frá, hvussu tú hevur tað. Tað er sjálvandi ikki lætt at føla seg einsamallan, og eingin hevur uppiborið at verða happaður – øll hava rætt til at hava tað gott, trívast og mennast.
Happing kann hava ta ávirkan á teg, at tú kennir teg ikki líka nógv verdur sum hini. At tú verður keddur. At tú missir álitið á onnur fólk, og at tú onkuntíð hugsar, at tú ikki orkar at liva meir. Happing kann og eigur at verða steðgað…   Er tað nakar annar vaksin sum veit, hvussu tú hevur tað ? Um ikki so hugsi eg, at tað er gott hugskot at deila tað við onkran vaksnan, ið tú hevur álit á, og hesin vaksni fær so hjálpt tær. Tú eigur ikki at vera kedd og negativ alla tíð – sum sagt, tú hevur rætt til at hava tað gott.
Hvussu við tínum foreldrum, hevur tú tosað við tey um, hvussu tú hevur tað ? Ella hvat við tínum lærarum ? Vita tey nakað, um hvussu tú kennir teg í skúlanum ? Heilsusysturin á skúlanum er eisini góð at tosa við, og kann helst hjálpa tær. Kanska kann hon vísa tær víðari til ein sálarfrøðing og kann hjálpa tær at tosa við tíni foreldur um, hvussu tungt tú hevur tað.
Tað kann gott vera ringt at noyðast at siga trupul ting við onnur. Serstakliga um kenslur og um hvussu ein hevur tað. Men ein góður máti at fáa sagt trupul ting, er at velja sær ein vaksnan – (tað kann eisini vera ein vinur), sum tú hevur álit á, og kanska at gera eitt hvørt saman , so tit ikki nýtast at sita og hyggja at hvørjum øðrum. Til dømis koyra biltúr, ella hyggja at einum filmi. Ein annar máti, ið tú kanst fáa sagt einum vaksnum um tína støðu, er at vísa teimum hetta brævið. Men tað sum er umráðandi hjá tær er at fáa hjálp, til at fáa tað betur og til at trívast í skúlanum.
Tú sigur, at tú hevur ongar vinir og at tú kennir teg einsamallan, og tað er sjálvandi keðiligt hjá tær. Eg hugsi, hvussu er í einum av hinum flokkinum ? Er tað nakar har, sum tú kanst tosa við og vera saman við – í fríkorterinum millum annað ella aftaná skúlatíð ? Ella hvussu er, gongur tú til nakað – íðkar ítrótt ella gongur til tónleik ella annað ? Tað er eisini ein góður máti at finna vinir, at ganga til eitt hvørt. Men tað sum er umráðandi hjá tær, er at siga frá við onkran vaksnan, ið tú hevur álit á, og kann hesin vaksni hjálpa tær til at fáa tað betur.   Minst til, tú eigur ongantíð at geva upp – tað kann altíð gerast betri…. tú mást royna at vera djørv…   Nú vóni eg at tú hevur fingið eitt svar, sum tú kanst brúka til nakað. Annars er tað eitt gott hugskot at seta teg í samband við okkum umvegis kjatt ella at ringja til okkara, tá kunnu vit kanska hjálpa enn betur…

Góða eydnu við øllum!
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin