I don’t know.

Spurningur: Hey(: Mamma mín vil so gjarna flyta til Havnar til sjeikin, men eg tími ikki. Tí so noyðist eg at flyta skúla, flyta frá vinum og sjeikinum, og eg havi bara tvey ár eftur. So tað er øðiliga keðiligt :( :I Eg havi eina ommu sum eg kann búgva hjá? hví ikki bara búgva hjá henni so (((((((:?

Hey hey og takk fyri brævið, ið tú sendi okkum!
Skilji væl, at tú heldur, at tað er øgiliga keðiligt at flyta til Havnar, um alt annað hjá tær er har, ið tú býrt nú. Títt egna hugskot er helst gott, men tað er  kanska ikki so lætt at flyta frá mammu tíni, tá tú ert so ung. Hevur tú greitt mammu tíni frá tínari støðu og hvat tú hugsar um tað at flyta, og um hugskotið við at búgva hjá ommu tíni ístaðin? Um tú ikki hevur sagt mammu tíni, hvussu tú hevur tað við at flyta, er umráðandi, at tú gert tað nú, so at mamma tín hevur títt ynski í huga, áðrenn hon tekur avgerðina fyri tykkum báðar. Kanska er eisini vert hjá tær at tosa við ommu tína um,  hvussu tú hevur tað við at flyta til Havnar.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin