| Hey tú og takk fyri, at tú skrivar til okkara.
Tað er ikki óvanligt, at kenslur og trivnaður svinga, tá man er ungur – also at man onkuntíð kann hava tað strævið, meðan man aðrar tíðir hevur tað gott. Onkuntíð ber eisini til, at alt er “sólskin og ælabogar”, men at tað allíkavæl er okkurt, sum plágar. Keðiligt at hoyra, at tú hevur mist títt besta vinfólk til sjálvmorð – við samkenslu. Tá tú sigur, at tú ofta hevur gjørt sjálvskaða og hevur roynt at gjørt av við teg 2-3 ferðir, so fái eg hug at ráða tær til at venda tær til ein sálarfrøðing aftur, kanska ein av teimum, tú hevur tosað við, um tú følir, at sambandið var gott tykkara millum. Nú hevur tú royndir við, at tað “krassjaði” stutt eftir tú gavst hjá sálarfrøðingi, og tað kanst tú tosa við sálarfrøðingin um, og tit kunnu gera nakrar avtalur fram í tíð. Ein annar møguleiki er, at tú vísir sálarfrøðinginum hetta brævið, og so kunnu tit tosa út frá tí. Tú kanst eisini tosa við sálarfrøðingin, um viðkomandi heldur, at tú kundi havt trupulleikar, ið minna um ADHD ella BPD. Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur og/ella at ringja á 116 111, har ein ráðgevi svarar hvørt kvøld frá kl. 20-24. Har kanst tú tosa dulnevnd/ur. |
Alt tað besta.