sjalv pini

Spurningur: je havi haft tað ringt i fleiri ar nu, je havi veri til sorv eyka familju lort og tað er tað ringasta mann nakran tí kann je hevið gott nokk ikki ynskt tað uppa persjonin je hati mest grundin hvi je havi haft tað ringt og ti at hendan konan var so forbiði oðrein i møti mje og av ti at je eisini bleiv hapað i skulanum hevið je tiðverrið ikki so gott je veri ikki happa longur men sjalv pini fylgur mer alla stens je havi gjørt sjlv pini i kanska 3-4 ar je geri tað enn mamma veit ikki av ti eiðheldur pappa bara sorv tættasti vinir ogso hesin eini drongurin og je veit ikki hvat je skal gera til at steggað ti je gangi til salarfrøðing men tað hjalpir ikki serliga nogv je havi veri clean i sorv kanska 4 dagir men je veitsje ti je lurti so illa eftir mammu og hon hottar við at senda mje a barnaheim og sorvit je havi onkið samband við papa min ti at hann gjørdi okkurt privat og je veit ikki hvussu je skal regera fyri at fáa tað at vita je prøvi so nogv at steggað við sjalv pini men tað nittar ikki t´til endast relapsi je bara

Hey og takk fyri, at tú skrivar til okkara.

Tað ljóðar, sum tú hevur havt tað strævið í fleiri ár, og tað kann vera tyngjandi. Sjálvt um foreldrini hjá tær ikki vita av, at tú sjálvpínir, so haldi eg, at tað er gott, at tú hevur tosað við tínar tættastu vinir um tað. Sjálvt um tey kanska ikki fáa gjørt so nógv við tað, so kann tað vera hjálpsamt at siga tað hart. Hevur tú eisini tosað við sálarfrøðingin um tað? Um ikki, so haldi eg, at tú skalt gera tað.

Tað kann vera ringt at lata vera við at sjálvpína, tí man kann blíva eitt sindur “avhengigur” av tí, men tað er góð hjálp at heinta ymsastaðni, m.a. hjá sálarfrøðingi. Fyri nógv kann sjálvpíning vera ein máti at handfara truplar kenslur, so tað snýr seg um at finna aðrar og betri mátar at handfara tað trupla uppá, m.a. við at royna at gera okkurt annað, tá man fær hug at sjálvpína. Hetta kann ein sálarfrøðingur eisini hjálpa tær við.

Tú ert vælkomin at skriva aftur, og tú kanst eisini ringja (anonymt) til telefonráðgevingina á 116 111, ið svarar hvørt kvøld frá kl. 20-24.

Alt tað besta.