Góði tú
Takk fyri brævið.
Tað ljóðar, sum um tú hevur upplivað nøkur trupul ting við fólki tætt at tær, t.d. brotið við tín besta vin og upplivingarnar við ex sjeikinum. Og, sum tú skrivar, so ljóðar tað til, at autisman eisini ger sosiala lívið hjá tær truplari, tí tú kanska fært kensluna av, at tú tekur orkuna úr fólki rundan um teg. Harumframt skrivar tú eisini um angist, panikkanføll og sjálvskaða, sum kunnu vera sera strævin at stríðast við.
Tá man hevur upplivað, at onnur fólk hava traðkað yvir eins persónligu mørk, kann man gerast eyka uppmerksamur uppá, um man sjálvur kemur til at fara yvir um mørkini hjá øðrum. Tað kann føra til, at man aftur og aftur roynir at fáa vissa um, at man ikki hevur gjørt nakað skeivt. Men hóast tú spyrt nógv, ber ikki altíð til at fáa fulla vissa um, hvat onnur hugsa ella hví tey reagera, sum tey gera.
Tað ljóðar gott, at tú hevur eina damu, sum hjálpir tær í støðuni. Hevur tú tosað við hana um, hvussu tú hevur tað við angist, panikkanføllum og sjálvskaða? Um tú ert bangin fyri, at tú fert at gera tær sjálvum nakað, skalt tú ikki vera einsamallur. Tú kanst tosa við damuna hjá tær, eitt foreldur, lærara ella annan, ið tú hevur álit á. Tú kanst eisini vísa teimum tað, tú hevur skrivað til okkum, um tað er torført at siga við orðum. Og so kundi tað verið eitt hugskot at tosa við t.d. ein lestravegleiðara á skúlanum um, hvussu tú kanst kenna teg tryggan, hóast ex sjeikurin eisini gongur har.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur, og tú kanst eisini ringja dulnevnt til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.