Hjálp til ex-damu

Spurningur: Hey eg havi eina ex-damu sum ikki klárar at koma víðari, eg havi roynt hvat eg kann fyri hjálpa henni víðari, men tað hevur ikki eydnast. Trupulleikin er at hon alla tíð vil hava kontakt og royni at hava so lítið samband sum gjørligt so vit bæði kunnu koma víðari. Um eg ikki lovi henni at koma heim til mín ella eri einigur í hvussu vit skulu ger frameftir so sigur hon at so er einasta svarið hjá henni at takað lívið av sær. Hon sigur at hon hevur leita sær hjálp, men tað tey siga at tey ikki fáa hjálpt henni. Eg veit ikki hvussu eg skal koma úr hesari støðuni, men haldi sjálvur at hon skal tosað við ein psykolog ella okkurt líknandi. Eg føli meg sjálvan eitt sindur fangaðan sum nú er

Góði tú.

Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum tú stendur í einari truplari støðu har tú roynir at taka teg sjálvan og tína eks-damu í álvara. Tað er væl skilligt, at tú kennir teg fangaðan, tá tú hevur roynt hvat tú kanst fyri at hjálpa henni víðari uttan, at tað er eydnast. Tað er eisini væl skilligt, at tað gert serliga trupult og ringt at kvetta heilt, tá svarið hjá henni er at taka lívið av sær um tað hendir.

Tað er hevur týdning, at tú ikki kennir, at tú skalt standa einsamallur við ábyrgdini fyri, hvussu hon hevur tað. Tú kanst vera stúrin fyri henni og taka tað, hon sigur, í álvara, uttan at tað merkir, at tú skalt vera tann, sum skal bjarga henni.

Tá hon sigur, at hon fer at taka lívið av sær, er tað tó týdningarmikið ikki bara at avskriva tað sum eina hóttan. Tú kanst siga henni, at tú tekur tað, hon sigur, í álvara, og at tú tí heldur, at hon skal hava samband við fólk, sum kunnu hjálpa henni professionelt. Um tú metir, at hon er í bráðfeingis vanda fyri at gera sær sjálvari mein, eigur tú at fáa bráðfeingishjálp og ikki royna at handfara støðuna einsamallur.

Samstundis hevur tú rætt til at seta mørk fyri, hvussu nógv samband tú ynskir við hana. Tað er ikki ómenniskjaligt at siga, at tú ikki ynskir, at hon kemur heim til tín, ella at tú ikki kanst hava tað tætta sambandið, sum hon ynskir. Tvørturímóti kann tað vera neyðugt fyri, at tú sjálvur kanst koma víðari.

Tað kann kanska eisini vera ein hjálp fyri teg at tosa við onkran, sum tú kennir teg tryggan við og hevur álit á um hesa støðuna tú stendur í. Tú behøvist ikki at velja millum at vera eitt gott menniskja og at verja teg sjálvan. Tú kanst bæði taka hennara støðu í álvara og halda fast í tínum egnu mørkum. Og kanska ein týdningarmikil spurningur til tín sjálvan at hugsa um, kundi verið, hvat tú hevur brúk fyri fyri at kunna koma víðari? Tað er ikki sjálvsøkið at hugsa um tað.

Tù ert altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til Tú og Eg Ráðgevingina 116 111.