Góða tú.
Takk fyri at tú skrivar aftur og greiður okkum meira frá støðuni hjá tær. Tað tú upplivir, ljóðar sera tungt. Tað er ringt at føla, at man roynir at siga frá, men man kennir seg misskiltan ella kritiseraðan í staðin fyri at verða hoyrd. Tað er væl skiljandi, at tú kennir teg einsamalla í hesum.
Foreldur vilja ofta tað besta, men viðhvørt koma tey góðu ráðini frá foreldrum út sum trýst ella kritikkur, heldur enn stuðul. Tá tú fært at vita, at tú “bara skalt steðga”, er tað natúrligt, at tú kennir, at eingin veruliga skilur, hvussu tú hevur tað. Tað merkir ikki, at tú gert nakað skeivt – tínar kenslur eru veruligar og hava týdning.
Kanska kanst tú, um tú orkar, royna at tosa við onkran annan vaksnan enn tíni foreldur, sum tú kennir teg trygga saman við – tað kann vera ein lærari, heilsufrøðingurin á skúlanum ella onkur í familjuni, sum tú hevur álit á. Tú kanst eisini royna at tosa við tann vaksna um, at tú ikki biður um ráð beinanvegin, men fyrst bara hevur brúk tey lurta eftir tær.
Og minst til, tú ert altíð vælkomin at skriva til okkum aftur. Vit lurta, og tú ert ikki einsamøll við hesum.