Hjálp

Spurningur: Hey eg veit ikki hvat eg havi. Eg hati mín kropp, serliga mín búk, og at eta mat. Eg hyggi ræðuliga ofta um dagin eftir búkinum, og eg brúki bara hettutroyggju, tá eg eri uttanfyri heima. Um eg ikki eri í tí , so eri eg bara í onkra sindur stóra ítróttar t-shirt. Onkuntíð so eti eg næstan einki, og aðrar dagar eti eg næstan allatíð. Eg samanberið eisini altíð mín kropp við onnur, oftast bara búkin, tí eg eri nøgd við hinum. Ella eg havi eisini pilka mínar armar í eini 5 ár, so teir eru nokk so ljótir, men annars eri eg nøgd(eg segði ljót, tí at teir eru fullir í arrum og hasi hvíti tingini mann kroystir). Eg veit ikki heilt um eg havi onkrar trupulleikar, og um eg burdi søkt hjálp. Eg havi tosa við míni foreldur, men tey siga bara at tey kunnu finna øvilsir til tað, og at vera meg sjálva, og ikki samanbera meg við onnur. Tað hjálpur ikki lort, og eg vil hava ordiliga hjálp. Hvat halda tit?

Góða tú.

Takk fyri, at tú skrivar so opið. Tað tú lýsir, ljóðar tungt at ganga við. At tú hugsar so nógv um búkin, hyggur eftir honum ofta, fjalir teg í stórum klæðum og hevur óregluligt samband við mat, so vísir tað, at hetta fyllir nógv í tínum gerandisdegi. Eisini, at tú hevur pilkað armarnar í fleiri ár sigur, kundi bent á, at tú hevur gingið við onkrum innara ófriði leingi. Tað eigur tú ikki at ganga einsamøll við.

Hetta snýr seg ikki “bara” at samanbera seg við onnur. Og tað er skiljandi, at tað ikki hjálpir, tá tú bara fært at vita, at tú skalt vera tú sjálv. Tú hevur brúk fyri meira ítøkiligari hjálp.

Ja, eg haldi, at tú eigur at søkja tær hjálp. Ikki tí nakað er galið við tær, men tí tú hevur uppiborið at hava tað betri. Kanska tú kundi byrja við at tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á. Tað kundi verið onkur vaksin í skúlanum ella í tínari familju. Men kanska tú kundi byrja at tosa við tíni foreldur og forklára, at hetta hevur størri týdning enn tey halda. Og tað kann verða lættari at byrja ordiliga einfalt td. við at siga: “Hetta fyllir nógv meira enn tit halda og eg havi veruliga brúk fyri at tosa við onkran”

Minst til at, tú ert ikki trupulleikin. Tínir tankar fara harðliga við tær. Og tað ber til at fáa hjálp. Har eru fólk, sum vilja hjálpa tær og vera har fyri teg.

Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á 111 116.