Boyla

Spurningur: Hey. Eg havi heilt ótrúliga ljótar tenn, og tað hevur fylgt mær øll míni tannarár. Eg havi ongantíð torað at smílt við tennunum ella flent ordiliga, tí eg skammist so nógv. Eg hati at tosa. Hati at smíla. Hati at flenna. Alt snýr seg um at royna at goyma tenninar. Eg havi altíð vilja haft boyla, men boylatannlæknin hevur fyrst tikið meg í álvara í fjør. Nú havi eg bíða í skjótt eitt ár eftir boyluviðgerð, og enn kann eingin siga mær nær tað byrjar, tí tannlæknastovan er undir umvæling. So eg siti bara føst og bíði, meðan eg skal liva hvønn dag við hesum. Eg eri so troytt av tí, at eg ofta bara havi hug at halda kjaft og gera meg ósjónliga, til eg einaferð verði lagað. Eg kenni tað bara sum eg ikki havi hug at vera til. Hóast tað einasta eg ynski er at fáa boyla, so brýtur tað eisini mítt hjarta at skula ganga við boyla sum 18 ára gomul. Eg havi longu skeivar tenn, og tað merkir at boylin fer eisini at síggja skeivur út fyrst. Tað merkist eg bara fari at gerast enn ljótari í eina tíð. Eg kenni tað sum hetta fer at oyðileggja alt fyri meg. Eg vil bara fáa tað yvirstaðið og endiliga hava penar tenn, so eg kann liva uttan at hugsa um tað hvønn einasta dag. (Vit skriva tannlæknastovuna mail regluliga, men einki svar)
Góða tú.

Takk fyri brævið. Og takk fyri, at tú hevur dirvi til at skriva so opið um tína støðu.

Tenn kunnu fylla nógv í okkara sjálvsmynd. Tú lýsir, at tú hevur tað trupult við tínum tonnum og at tú hvønn dag, hvørja ferð ein skal tosa, smíla ella flenna skammar teg, so troyttir tað bæði kropp og sinn. Tað er ikki løgið, at tú ert troytt, og bara hevur hug at goyma teg burtur og eg hugsi, at tað er tí tú hevur stríðst so leingi uttan at verða hoyrd ordiliga.

Tað er frustrerandi at vera í einari bíðistøðu og óvissu í so langa tíð. Óvissan er ofta tað ringasta. Tað er eisini heilt natúrligt, at tað kennist órættvíst, at tú sum 18 ára gomul skalt ganga við boyla og at tú óttast fyri, hvussu tað fer at síggja út í byrjanini. Men tað vísir, at tú ert í gongd við at gera okkurt gott fyri teg sjálva. Og sjálvt um tenninar verða skeivar í eina tíð, so er tað ikki ein varandi støða. Tú ert longu á veg, eisini hóast tað kann kennast sum tað gongur seint.

Tú skrivar, at tú kennir tað sum, at tú ikki hevur hug at vera til. Tað eru kensur, sum tú ikki skalt standa einsamøll við. Um tú hevur møguleika, hevði tað verið gott hjá tær at tosa við ein vaksnan, sum tú hevur álit á; onkran í skúlanum ella í tínari familju. Tú hevur uppiborið hjálp, eisini meðan tú bíðar eftir tannlæknanum.

Og so er týdningarmikið at minnast til, at tú ert meira enn tínar tenn. Tú ert eitt heilt menniskja við kenslum, dreymum og virði og hetta fer ikki at oyðileggja alt, hóast tað kennist soleiðis akkurát nú.

Halt fast. Tað fer at ganga framá, eisini hóast ferðin gongur seint beint nú. Og minst til, tú ert ikki einsamøll.

Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til Tú og Eg Ráðgevingina á116 111