Hey tit

Spurningur: Kann mann arbeiða fyri tykkum? Eg vil verða sálarfrøðingur tá eg erið vaksin, og eg hyggji á netið og bøkur um tað. Eg veit ikki um sálarfrøðingur er tað rætta orði eg brúkti sprotan men “clinical psychologist” (eg veit tað er ikki hettar) vil eg verða tá eg verði vaksin. Og eg veit ræguliga væl at nógv ting á netinum serliga serliga um “psychology” passar bara ikki. Eg tjekki altíð líkasum 3 ferðir tí tað er so nógv sum ikki passar. Eisini onkuntíð í bókum. Hvis eg hevði arbeitt fyrið tykkum hevði eg sjálvandi slriva penari og brúkt betri orð, alt hetta er bara skjótt skriva. Góði hugsa um tað eg kann kanska bara svara brøvum og eg erið ordliga góð til sovðorið. Og kanska hvis tit ikki føla tykkum sikkrum við tí so kunni tit hyggja eftir teimum áðrenn tey verða send. Góði hugsa um hetta eg elski “psychology” og eg hevði so gjarna vilja byrja so skjótt sum møguligt at arbeiða við sovðornum. Eg pjøvist ikki engong at fáa nakra løn hvis man fær tað frá hesum. Og tit kunni siga mær meira ting í brævinum hvis tað er meira. Góði hugsa um hetta eg hevði elski hetta arbeiði so so nógv. Vinarligar heilsanir. ❤️
Góða tú ❤️
Takk fyri tín eldhuga at tú bjóðar teg fram at gera mun og møta øðrum, sum tørva hjálp. Halt fast í tínum elduhuga og fyll á við vitan og íblástri. Stuttligt at tú kennir tíni áhugamál og hvat tú kundi hugsa tær at gjørt sum vaksin, so tú kanst menna tína vitan innan økið til tú skalt søkja inn til víðari lestur. Tú hevur møguleika at velja røttu fakini á miðnám, sum geva atgongd til at sleppa inn til at lesa sálarfrøði. Fantastikst!
Í 116 111 Tú & Eg ráðgevingini hava vit valt bert at hava útbúðnar sálarfrøðingar til at svara brøvunum, sum børn og ung senda inn. Hesi starvast øll sjálvboðin og uttan løn.
Tú ynskir at koma í gongd beinanveg við at brúka tíni áhugamál. Skilji teg væl. Tað er so deiligt at sleppa at brúka seg sjálvan, brúka tað mann hevur áhuga fyri og gera mun…
Hvussu er í tínum nærumhvørvi? Hevur tú møguleika at bjóða teg fram til sparring og vegleiðing til onnur ung í skúlanum ella í fríðtíðarumhvørvinum har tú kemur? Hugsi møguligir skúlapallir, Strok, næmingarráð og líknandi?
Set teg endiliga í samband við okkum, um tú ynskir sparring ella vegleiðing víðari. Vit vilja fegin sparra við teg um møgueikar fyri at fáa royndir innan títt áhugaøkið.
Bestu ynskir,
Hedvig