Einsamøll

Spurningur: Eg føli meg so einsamalla. Eg havið vinir og alt men eg føla meg enn ordliga aleina. Eg føli eg má altíð skriva fyrst og ringja og spyrja um mínir vinir tíma at spæla. Og eg eri í einum nýggjum skúla og mínar fáar vinkonur snaka bara oftadt við hvørjum ørðum. Eg royni altíð at bara verða fitt og gerða hvat hini vilja og eg royni at tosa við tær ofta men eg veit ikki ordliga tað riggar ikki heilt. Eg veit at ja mínar vinnkonur í skúlanum hava gingið í skúla saman í fleiri ár sjálvandi er tær nógv betri vinir men eg føli meg enn so aleina. Eg føli eg kann heldur ikki ordliga siga mínum foreldrum.

Góða tú.

 

Takk fyri brævið. Tað ljóðar sum tú stendur í einari truplari støðu í løtuni, har tú roynir at finna títt pláss í einum nýggjum flokki. Eg skilji væl, at tað kennist einsamt – serliga, tá tú gert tær ómak fyri at vera fitt, royna at tosa og gera tað, sum hinar vilja og kortini ikki føla at koma inn í felagsskapin. Tað kann vera hart, serliga tá man veit, at hinar kennast so væl.

 

Tað, tú lýsir, vísir nakað týdningarmikið um teg; at tú fegin vilt hava samband og læra tær at kenna. Og at tú torir at royna, hóast tað kann vera hart. Tað er sterkt, eisini sjálvt um tað kanska ikki kennist soleiðis beint nú.

 

Tá man er nýggjur eitt stað, tekur tað ofta tíð, áðrenn man fellur til. Hini hava jú havt nóv ár at læra hvønn annan at kenna – og tú ert júst byrjað. Tað merkir ikki, at tað ikki er rúm fyri tær, men at tað onkutíð krevur tolsemi og at man spakuliga lærir fólk at kenna ein og ein. Onkutíð kann tað hjálpa, at man finnur ein at tosa eitt sindur meira við, heldur enn at koma inn í allan bólkin í senn.

 

Tù sigur eisini, at tú ikki ordiliga følir, at tú kanst siga tínum foreldrum um hetta. Tað er ikki altíð so lætt at tosa við síni foreldur um alt. Kanska tú kundi hugsa um at tosa við onkran annan, sum tú hevur álit á, td. onkran í skúlanum ella í familjuni. Tú nýtist ikki at hava øll orðini klár beinanvegin, tú kanst siga, at støðan er trupul í løtuni.

 

Tú ert ikki einsamøll um at hava tað soleiðis. Nógv uppliva tíðarskeið, har tey føla seg uttanfyri – men tað merkir ikki, at tað fer at blíva við at vera soleiðis. Tù ert longu í gongd við at byggja nakað upp við at rætta út og seta orð á hvussu tú hevur tað. Tað er eitt týdningarmikið fet.