Hey aftur. Havi ein spurning

Spurningur: Hey. Tað var eg sum skrivaði “EINSAMALLUR, KEDDUR, OG DREKKI ILLA. DRÁPS TANKAR.“ og eg takki fyri ráðgevingina. (Please censorera EINSAMALLUR, KEDDUR, OG DREKKI ILLA. DRÁPS TANKAR.) Um eg ringi 116 111, síggja tit slett yvir høvur ikki hvør tað? Og hvussu leingi sleppi eg at práta? Eg føli bara at eg má tosa við onkran eitt heilt kvøld. Onkran sum kann sissa mínar vemmiligu tankar. Eg vil fegin skaffa ein psykolog, men havi ikki ráð til ein.
Góði tú
Takk fyri brævið.
Tá tú ringir 116 111, er púra ómøguligt hjá ráðgevunum, sum taka telefonina, at síggja, hvør ringir. Tað, sum ráðgevarnir gera, er, at tey taka eitt prát við teg um tað, sum tú hevur hug at práta um júst tá. Eingin ávís tíð er sett av til prátið, so tit práta, so leingi sum tað gevur meining hjá tykkum. Tú kanst eisini ringja fleiri ferðir, um tú hevur hug til tað.
Ert tú í aldrinum 15-25 ár, er eisini møguligt hjá tær at fáa ávísing frá lækna til 10 samrøður við sálarfrøðing, har tú ikki skalt gjalda nakað.
Alt tað besta.