Góða genta
Takk fyri brævið – og tað ger einki, at brævið er langt.
Tað ljóðar, sum tú hevur havt tað strævið við vinum, tá tú hevur verið happað, og tú ikki følir, at nakar leggur í teg. Tað má vera ein strævin kensla at ganga við. Nú kenni eg teg ikki, men eg havi ringt við at trúgva, at tú ert ein so forferdiligur persónur, so fólk ikki vilja hava nakað við teg at gera. Tú skrivar eisini, at tað er nógv, sum prógvar, at fólk leggja í, men at tú ikki vilt trúgva tí. Fyri summi er tað, tí tey kanska hava eitt lágt sjálvsálit ella halda, at man hevur sama virði sum onnur – tað kann vera, at tú hevur tað soleiðis. Tá er ringt at síggja góðu síðurnar hjá sær sjálvum, tí tað ringja ofta skuggar fyri tí góða.
Sjálvt um tú heldur tað vera ringt at skula siga nakað við nakran um, hvussu tú hevur tað, so haldi eg, at tað allíkavæl kundi verið eitt gott hugskot at siga tað hart. Tað haldi eg, tí at tað kann hjálpa at siga tað hart, men eisini tí tú skrivar, at tú hevur tað so ringt, at tú onkuntíð klórar teg hart aftan fyri skinnabeinið. Tað er rættiliga strævið at hava tað so. Um tú ikki vilt tosa við nakran vaksnan rundan um teg (familju, lærara, heilsusystir), so ert tú vælkomin at ringja á 116 111. Telefonin er opin hvørt kvøld kl. 18-22, og har er ikki neyðugt hjá tær at fortelja, hvør tú ert. Men ein samrøða hevði kanska hjálpt tær at fingið sett orð á tað, sum ger tað strævið hjá tær. Tú ert eisini altíð vælkomin at skriva til okkara aftur.
Alt tað besta,