Góði tú
Takk fyri brævið og fyri títt dirvi at skriva.
Tað ljóðar, sum lívið hjá tær er eitt sindur trupult fyri tíðina, tí tað er ikki stuttligt at føla seg einsamallan í lívinum. Hóast alt er trupult beint nú, so haldi eg, at tú skalt royna at halda fast í lívinum. Uttan at kenna teg og tína familju, so eri eg vís í, at tey høvdu saknað teg, um tú ikki vart her.
Eg haldi, at tú skalt kontakta tín kommunulækna og tosa við hana/hann um tína støðu. Hon/hann kann vegleiða tær í, hvar tú best hevði fingið hjálp í júst tí støðuni, tú stendur í. Tað kann t.d. vera samrøður við ein annan sálarfrøðing ella við læknan sjálva/n.
Alt tað besta,
Annika