Eg orki ikki at Liva meira

Spurningur: Eg eri altíð so kedd, og eg orki ikki at Liva meira. Eg vil fáa hjálp men eg kann ikki sige tað við mammu Ella babba. Hvat skal eg gera?

Góða tú

Takk fyri títt bræv.
Eg eri so glað fyri at tú skrivar til okkum og biður um hjálp, tað er eitt flott stig at taka. Tað fortelur mær at tú er sterk og eg haldi at vit kunnu finna útav hesum saman.

Um tú ringir til okkara á 116 111 so kunnu vit tosa um tína støðu, uttan at vit vita hvør tú ert. Her kunnu vit saman royna at seta orð á tínar kenslur og saman finna eina loysn.

Tú kann ringja beinaveg, ella í kvøld frá kl 20-22.
Telifonin 116 111 svarar allar gerandisagar frá kl 09-16 & hvørt kvøld frá kl 20-22

Eg vóni so hjartaliga at fáa eitt prát við teg.

Vinaliga
Tù & Eg Ráðgevingin