Ein spurningur..

Spurningur: Hey, eg havi bert ein spurning til tykkara. Eg eri ein 17 ára gomul genta, ið langt um leingi havi gjørt av, at søkt um hjálp, og tí havi eg umhugsa at ringt til tú og eg ráðgeving. Mín trupulleiki er bert tann, at eg óóógvuliga sjálvdan havi tíð akkurát ímillum klokkan 10-15, av tí at eg gangi í skúla. Tí vil eg bara spyrja um tað bert er fra 10-15 at man kann ringja, ti eg kundi imynda mær, at tad eisini eru fleiri onnur, ið hava tað á sama máta sum eg havi tað. Eg veit ikki um man eisini kann ringja ein leygardag, men eg hugsi, ikki bert fyri mítt viðkomandi, men eisini fleiri onnur ung, um hvi tad ikki kanska er fra 15-19 at man kann ringja, tí eg trúgvi at fleiri heldur vilja ringja til tykkara tá tey eru komin heim, einaferð seinni á degnum, og ikki eru noydd til at bruka eitt 20 minuttir langt fríkorter uppá tað, um tað verðuliga er nakað kensluborði man vil tosa um. Hetta er als ikki nakað “hate” um man kann kalla tað tað, men bara nakað, sum eg havi hugsa nogv um, sidani eg gjørdi av at práta við onkran um mínir trupulleikar☺️

Góða tú

Takk fyri títt bræv og tað er deiligt at hoyra at tú er klár til at fáa hjálp.

Í løtuni hava vit eyka opið um kvøldanar, hvørt kvøld frá kl 20 – 22.

Vit vóna at hoyra frá tær,

Tú & Eg Ráðgevingin